So pellaði hann aftur, Heðin Mortensen, borgarstjóri

2016-06-21 09:13 Author image
Dimma

Nú roynir, Heðin Mortensen, borgarstjóri so, eins og állurin á sinni, í lesarabrævi sínum til fjølmiðlarnar 13. juni 2016, at snúgva sær og í besta villleiðandi stíli at flyta fokus frá tí veruliga. 

Nei, einki havi eg skuldsett starvsfólkini í Tórshavnar kommunu fyri nakað sum helst í hesum máli. Hinvegin havi eg lagt oyra til tey harmljóð, sum forfard starvsfólk á Vaglinum hava borið fram í hesum máli. Men tá var skaðin tíverri longu hendir.

Mær er upplýst, at talan er um túsundtals skjøl hjá fyrrverandi Argja kommunu sum uttan nakra greining, ella sortering og uppí rúgvuvís av svørtum plastsekkjum, vórðu burturbeind og brend á Sandvíkarhjalla. Hetta er ikki nøkur nýggj ella ókend søga, men er ein “almenn vitan” innan veggirnar á Vaglinum.

Hetta varpar somuleiðis ljós á ta sera óhepnu støðu, ið tykist hava fingið fastatøkur á Vaglinum, nevniliga tað, at starvsfólk ikki tora at tala at, tá valdsharrin hundsar runt við teimum. Fleiri útsagnir eru frá fólki í kommunalufyrisitingini, har tey greitt siga, at tey ikki longur tora at tala at skeivleikum í kommunu fyrisitingini, tí so fær tað fylgjur fyri starv teirra. So tað er uppá høgu tíð, at vit fáa eina skipaða Wistleblower skipan fyri starvsliðið hjá Tórshavnar kommunu.

Men nú skilji eg á lagnum, at Landsskjalasavnið er í ferð við at kanna málið, um skjølini hjá Argja kommunu, so tá fáa vit helst at vita nakað meiri ítøkiligt um, hvussu landið liggur í hesum máli.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur

Tjóðveldi

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður