Snorri Fjalsbak fer frá sum lønarstjóri

2016-06-03 17:10 Author image
Dimma

Hann er kendur sum tann harði samráðingarleiðarin, sum kennir hvønn sentimetur í sáttmálunum og ikki gevur seg ein tumma.

Eftir meira enn 10 ár sum stjóri fyri lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, hevur Snorri Fjallsbak nú ynskt at fara frá. Snorri gerst í staðin ráðgevi hjá Fíggjarmálaráðnum. Tað boðar Fíggjarmálaráðið frá.

Hesi árini, Snorri hevur staðið á odda fyri lønardeildini, hevur landið gjørt fleiri enn 100 sáttmálar við 30 ymisk fakfeløg. Áðrenn Snorri gjørdist stjóri, arbeiddi hann á lønardeildini í 4 ár. Hann hevur eisini verið rektari á Føroya Studentaskúla og HF skeiði og var í nógv ár eisini lærari har.

- Í Fíggjarmálaráðnum eru vit ómetaliga takksom fyri drúgvu tænastuna hjá Snorra og fegnast um, at hann heldur fram sum ráðgevi innan hetta stóra arbeiðsøkið. Eg vil takka Snorra fyri hansara stóra arbeiði fyri landið seinastu mongu árini, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna.

Tað er eitt týðandi og avbjóðandi starv at vera stjóri á lønardeildini. Millum mongu uppgávurnar eru samráðingar við fleiri enn 25 fakfeløg, at tryggja sáttmálar til starvsfólk hjá landinum.

Starvið sum lønarstjóri landsins verður lýst leyst í næstum.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður