Heimatíðindi

Smyril siglur sum vant um Jóansøkuna

Shutterstock (foto)

Shutterstock (foto)

2020-06-18 13:12 Author image
Bryndis Hjartardóttir

 Um vikuskifti verður Jóansøkan hildin í Vági og nógv fara at leita sær suður ein túr.

Á Strandfaraskipum Landsins er virksemi og raksturin so gott sum komin upp á vanliga støðið aftur og tí verður heldur eingin koronaavmarking á hvussu nógv sleppa umborð á Smyril. 

Tó verður heitt á ferðandi um at fylgja almennu tilmælunum og halda ein meturs frástøðu og um at halda seg saman í egnum bólkum undir ferðing. Loyvda ferðafólka talið er um 900 fólk og skipið er stórt, so tað ber væl til at sita við neyðugu frástøðuni, verður sagt á skrivstovuni hjá SSL.

Eisini verður mint á, at kappróðrarbátarnir hava frammíhjárætt leygardagin.

Smyril siglur soleiðis í samband við Jóansøkuna: 

Fríggjadag: Tvø-Tór: 07:00, Tór-Tvø: 13:00, Tvø-Tór: 15:30, Tór-Tvø: 18:30
Leygardag: Tvø-Tór: 07:00, Tór-Vágur: 10:00, Vágur-Tór: 21:00, Tór-Tvø: 23:30
Sunnudag: Tvø-Tór: 09:30, Tór-Tvø: 12:00, Tvø-Tór: 17:30, Tór-Tvø: 20:00

Skráin fyri Jóansøku vikuna sæst her

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður