Vegurin við Sankta Frans skúla smalkar

2017-02-12 16:12 Author image
Sigmund Vang

Varðagøta er ein týðandi skúlavegur, og nú verður tryggari hjá børnum at fara yvir um vegin í Varðagøtu og í skúla. Tórshavnar kommuna fer nú undir at smalka vegin, har bussurin steðgar við høvuðsinngongdina til Sankta Frans skúla soleiðis, at eingir bilar kunnu koyra, meðan børnini fara úr bussinum og yvir um Varðagøtu og í skúla, upplýsir kommunan á heimasíðu síni.

Nýggja loysnin er eisini tryggari, tá ið bussurin ikki setur børn av, tí farleiðin yvir um vegin verður styttri, og bilar fáa ikki yvirhálað á hesum strekkinum.

Tórshavnar kommuna fer eftir ætlan undir arbeiðið nú í februar, og tað er liðugt fyrst í mars mánaði.

Umframt at vegurin uttan fyri Sankta Frans skúla verður smalri, setir Tórshavnar kommuna klokkustýrd vegaskelti upp við vegamótið Sjúrðargøta/Varðagøta.

  

  

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður