Heimatíðindi

Slóttutreskja heystaði fyri fyrstu ferð í Føroyum

2018-10-03 15:33 Author image
Ingi Samuelsen

Kornvelting hevur ikki verið vanlig í Føroyum seinastu nógvu árini. Á Búnaðarstøðini í Kollafjarðardali eru royndirnar við kornskurðinum so mikið góðar, at tey nú eggja føroyskum bóndum at fara undir kornvelting eisini.

- Størsti fyrimunurin við at sáa korn er, at við vakstrarskifti í grøðini, gerst jørðin nógv betri, eitt nú við at hálmurin verður pløgdur niður í moldina, og hetta gevur nógv betri dren og harvið eisini størri úrtøka, tá gras verður sátt aftur, sigur Jens Ivan í Gerðinum, búnaðarfrøðingur, sum nú arbeiðir hjá MBM Búrøkt, men hevur verið knýttur at kornverkætlanunum í Kollfjarðardali seinastu seks árini.

Fyrstu árini vóru royndir gjørdar við ymsum sløgum av bygg í smærri mátistokki. Bygg er tað kornslagið, sum søguliga hevur verið dyrkað í Føroyum og á okkara leiðum annars. Funnið varð fram til, at eitt íslendskt byggslag av slagnum Kría var best egnað í Føroyum. Seinastuni eru størri akrar sáddir við hesum kornslag, bæði við Roynarstøðina í Kollafjarðardali, men eisini aðrastaðni, eitt nú á Vatnaskørðum.

- Trupulleikin hevur verið, at vit ikki hava havt nakra maskinu at skera og treskja kornið. Tær stóru maskinurnar – tað danir t.d. kalla mejetærsker – eru so tungar, at tær ikki kunnu brúkast í Føroyum, greiðir Rólvur Djurhuus, ráðgevi á Búnaðarstøðini frá.

Fingu treskju úr Noregi
Í ár eydnaðist tað so at fáa hendur á eini lættari brúktari treskju, sum hevur staðin óvirkin hjá einum bónda í Norðurnoregi, sum hevur skaffað sær størri og meira effektivt amboð.

- Hóast talan er um eina 50 ára gamla slóttutreskju, so eydnaðist royndin væl. Vit skóru akurin í Kollafjarðardali í gjár við góðum úrsliti. Vit óttaðust eitt sindur fyri, at maskinan kanska fór at koyra seg fasta, tí vit hava havt so vátt heyst í ár, men tað var ongin trupulleiki, greiðir Rólvur Djurhuus frá.

Sum skilst so gjørdist úrtøkan ikki tann heilt stóra – nakrar sekkir av byggkorni – men tann orsøkin er, at tað var liðið heldur langt út á heystið áðrenn maskinan kom til landið, greiðir Jens Ivan í Gerðinum frá.

Vónin hjá Rólvi Djurhuus og Jens Ivani í Gerðinum er nú, at bóndur kring landið nú taka avbjóðingina upp, og fara at dyrka korn á sínum lendi.

- Vit hava nú eina maskinu at læna út, sum kann skera og treskja kornið. Tað hevði nú verið gott, um vit kundu fingið stuðul frá tí almenna at flyta maskinuna runt millum bøndurnar, heldur Jens Ivan í Gerðinum.

Til øl og whiskey
Nú er bygg ikki tað, sum verður brúkt mest í bakstri, men bygg er vanliga rávøran í ølbrygging og brenning av whiskey, so roknað verður við, at kornið kann verða selt til bryggjaríini og so til matstovur, sum eisini brúka bygg á sínum matarlepum.

Sambært Jens Ivani í Gerðinum eru fyrimunir við korndyrking, eisini hóast kornið ikki megnar at búnast, tí óbúnað korn er gott fóður, sum kann blandast í súrhoyggið, eins og hálmframleiðslan kann avloysa tær stóru mongdirnar av hálmi, sum verða innfluttar til at stroya í básar og fjós. Tí er ikki óhugsandi, at meira vældámd kornsløg sum hveiti og havri eisini verða dyrkað í Føroyum, um bøndurnir taka við avbjóðingini.

Treytin er, at kornið verður sátt í bø, ið er so mikið væl drenaður, at maskinur kunnu koyrast á honum. Við hesi gomlu slóttuteskjuni, ið nú er skaffað, ber til at heysta kornið í Føroyum, men føroyska lendið verður ongantíð so væl egnað, at tað kemur at megna at halda eina av stóru terskjunum, sum bøndur aðrastaðni brúka til kornskurð nú á døgum, og sum kunnu viga upp í 50 tons. 

[object Object]
Byggakurin í Kollfjarðardali varð sáddur 29. mai, og hóast summarið var
vátt, búnaðist akurin væl. (Mynd: Búnaðarstovan)

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður