Heimatíðindi

Slipsið kann verða ein forðing fyri góðum hugskotum

Slipsið kann verða ein forðing fyri góðum hugskotum
2018-05-12 11:51 Author image
Ingi Samuelsen

- Sleppið undirlutakenslunum. Tað er ongin orsøk at halda, at ein føroyskur íverkseti ikki er eins góður og ein danskur ella ein amerikanskur. Tit eru góð nokk.

Soleiðis ljóðar eitt av nógvum ráðum, sum kendi danski íverksetin, Martin Thorborg, gevur føroyingum, sum ganga við ætlanum um at byrja fyri seg sjálvar sum íverksetar.

Fyrrapartin í gjár helt Martin Thorborg ein hugkveikjandi fyrilestur á íverksetaradegnum í Öström. Tað er vinmaðurin Niklái Nysted frá Knassum, sum hevði fingið kenda danska íverksetan til Føroyar at halda fyrilestur á íverksetaradegnum.

Far ígongd
Martin Thorborg hevur drúgvar royndir – bæði væleydnaðar og minni væleydnaðar – sum íverkseti. Á íverksetaradegnum greiddi hann frá hvussu alt byrjaði við at kopiera og selja ritbúna til telduspøl og seinni brúkt telduspøl í kapping við tær etableraðu it-fyritøkurnar, sum hildu til á Falkoner Allé í Keypmannahavn.

Við dømum frá egnum royndum gav hann føroyskum íverksetarum góð ráð um, hvat tey skulu gera og ikki skulu gera fyri at koma í gongd við teirra egna virksemi.

Eitt av ráðunum er ikki at drála við at fara ígongd, men tó við varni.

- Tað er ikki neyðugt at hava tað forkromaða hugskotið at byrja við. Tí so kann tað vera, at tú ongantíð kemur ígongd. Far heldur ígongd í tí smáa – royn nøkur hugskot av, set teg inn í tær grundleggjandi uppgávurnar, lær av tínum mistøkum og so skulu tey góðu hugskotini nokk koma.

Slipsið kann vera ein forðing
Martin Thorborg hevur hug til at gera eitt sindur gjøldur úr teimum, sum ganga alt ov nógv uppí hvussu tey sjálvi síggja út.

- Tað eru nógv dømi um, at slipsið kann verða ein forðing fyri góðum hugskotum, var eitt av uppáhaldunum, hann kom fram við á fyrilestrinum.

- Hvat meinar tú við tað?

-Hetta er sjálvandi ein lítil provokasjón. Men tað er veruliga soleiðis, at tað eru fólk, ið royna at síggja út av meira enn tey eru. Fólk, sum veruliga halda, at tey við at lata seg í tey røttu klæðini verða góðkend at teimum etableraðu, sum um viðurkenningin er tað einasta, ið tey stremba eftir.

- Slík fólk koma sjáldan langt í íverksetaraheiminum. Tað er ikki við at kopiera onnur, at tú gerst ein væleydnaður íverkseti.

Gakk egnar leiðir
- Heldur skalt tú ganga tínar egnu leiðir. Vend baki til tað, sum hini gera, og finn nýggjar loysnir sjálvur. Tað eru míni ráð til fólk, ið ynskja at byrja fyri seg sjálvi.

Í Føroyum hoyrist ofta umberingar, sum at vit eru so fá í tali og so smá. Men hetta eigur ikki at vera nøkur forðing, heldur Martin Thorborg.

- Tað skal heldur vera ein fyrimunur at koma frá einum lítlum stað. Tit hava onga orsøk til at halda lítið um tykkum sjálvi. Tað er ongin forðing fyri at ein føroysk fyritøka kann gerast førandi í heimshøpi. Onkur dømi eru um tað. Tað eru fólk, sum hava slept undirlutakenslunum og trúgva á egnan mátt, sigur Martin Thorborg.

Stuðlið íverksetarum
Danski vinnulívsmaðurin hevur eisini eina áheitan til tey etableraðu vinnulívsfólkini.

- Eg haldi tað er av týdningi, at verandi vinnulívið er opið mótvegis íverksetum. Ert tú etableraður vinnulívsmaður er ongin orsøk til at mótarbeiða íverksetunum og forða teimum í at blóma. Eg haldi hinvegin, at vinnulívsfólk skulu taka ímóti íverksetum, um teimum tørvar hjálp og íblástur til at koma ígongd.

- Tað er ikki altíð, at tey góðu og nýggju hugskotini koma frá teimum eldri og etableraðu vinnulívsfyritøkunum og -fólkunum. Nýmenningin er oftast at finna hjá teimum ungu. Tað er har, møguleikarnir og innovasjónin finst. Tí eiga etableraðar vinnufyritøkur ikki at vera bangnar fyri at gera íløgur í íverksetarar, men ístaðin eggja teimum at halda á. Tað kann koma teimum til góðar aftur seinni, sigur Martin Thorborg.

Fleiri myndir frá íverksetaradegnum

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður