Heimatíðindi

Sleppa nú aftur at vitja

2020-05-18 12:10 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Nú ber aftur til at vitja síni kæru á sjúkrahúsinum. Sjúkrahúsverkiðið hevur gjørt nýggjar leiðreglur fyri vitjandi á sjúkrahúsunum, nú samfelagið stigvíst letur meira upp.

Frá í dag av ber tí aftur til at vitja tey, sum eru innløgd á sjúrkahúsunum í vanligu vitjunartíðunum. Vitjanir uttanfyri vanligu vitjunartíðirnar, skulu avtalast við starvsfólk á deildini. 

Avmarkingarnar verða eisini settar úr gildi á føðideildini, so at gerandisdagurin fyri barnakonurnar á føðideildini og í ljósmøðratænastuni aftur verður vanligur. 

Tilmælini um reinføri og frástøðu eru framvegis galdandi á sjúkrahúsunum og fólk, sum kenna seg sjúk verða biðin um ikki at koma á vitjan.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður