Heimatíðindi

Jens-Kjeld: Vit skulu virða skordýrini

Sjálvlærdi djóra- og náttúruserfrøðingurin, Jens-Kjeld Jensen heldur, at vit eiga at gera meira fyri at verja og viðurkenna týdningin av skordýrunum í føroysku náttúruni

Sjálvlærdi djóra- og náttúruserfrøðingurin, Jens-Kjeld Jensen heldur, at vit eiga at gera meira fyri at verja og viðurkenna týdningin av skordýrunum í føroysku náttúruni

2019-02-27 11:15 Author image
Turið Justinussen

Serfrøðingar øtast við, tí kring heimin doyggja skordýr í hópatali av pestisidum frá landbúnaðinum, og hóast hetta ikki er ein trupulleiki í Føroyum, heldur Jens-Kjeld Jensen tað vera ein trupulleiki, at vit ikki vita nokk um, hvussu føroyska skordýraríkið hevur tað, umframt at vit ikki gera nokk fyri at verja tað

Tá tosað verður um hótt dýrasløg, hugsa flest helst um ísbjarnir, gorillur, nashyrningar ella onnur stór sugdýr, heldur enn um klukkur, flogkykt og onnur skordýrasløg, men herfyri skrivaði Politikken, at ein altjóða kanning í vísindaliga tíðarritinum, Biological Conservation vísir, at 40 prosent av skordýrasløgunum kring heimin minka í tali, og at ein triðingur av skordýrunum faktiskt eru í vanda fyri at doyggja út.

Heimsins skordýraríkið minkar við 2,5 prosentum árliga, og serliga eru tað heygsmenn, firvaldar, klukkur og býflugur, sum eru í vanda fyri at doyggja út. Trupulleikin skyldast millum annað býargerð og náttúru -og veðurlagsbroytingum, men høvuðsatvoldin til vandastøðuna eru pestisidir frá landbúnaðinum, og serfrøðingarnir handan kanningina siga millum annað, at boyta vit ikki skjótt mátan, vit framleiða mat, doyggja fleiri skordýrasløg út um nøkur áratíggju.

Í Danmark eru tað bæði tey meira sjáldsomu skordýrini og tey meira vanligu, sum gerast færri í tali. Anders P. Tøttrup, lektari á Statens Naturhistoriske Museum og Københavns Universitet sigur soleiðis í samrøðu við Politikken:

- Tá fólk í gomlum døgum upplivdu, at tað vóru fleiri deyð skordýr á forrútinum á bilinum, so er tað ikki skeivt. Skordýrini hava tað trupult her heima.

Sambært danska lektaranum, líða skordýrini ikki bara av nýtsluni av pestisidum, men eisini tí donsku náttúruumsitingini, tí danir beina burtur deyð trø, deyð dýr og vatnsamanrúgvingar á bøunum, sum merkir, at skordýrini hava færri støð at liva.

Skulu gera meira fyri náttúruna og skordýrini í Føroyum
Seinastu 20 árini, hava fleiri skordýrasløg fest seg í Føroyum og eru farin at nørast. Nýggjar plantu-, fugla- og fiskasløg búleikast her, og sjálvlærdi djóra- og náttúruserfrøðingurin, Jens-Kjeld Jensen úr Nólsoy hevur, umframt at sítt fuglaútstapparavirksemi, uppdagað og skrásett meira enn 300 nýggj sløg av millum annað sniglum, skordýrum, fuglum, plantum og øðrum.

- Vespan kom í 1999 og spjaddi seg til tað mesta av landinum, og tað eru áleið tíggju ár síðani, at hunangsbýflugan kom til Føroyar. Eisini skógarmottan gerst alsamt meira vanlig her, sigur Jens-Kjeld Jensen, sum sigur seg vita meira um dýrasløgini, sum seinastu árini eru komin til Føroyar, heldur enn tey, ið eru blivin burtur ella færri í tali. Hann veit tó við vissu at siga, at stapabressur eru blivnar munandi færri. 

[object Object]
Til vinstru: Skógarmottan Ixodes ricinus varð í Føroyum fyrstu ferð skrásett á einum hundi í Vestmanna í august 1990. Til høgru: Ein stapabressa (Myndir: jenskjeld.info)

Les eisini: Jens-Kjeld Jensen fekk ársins miðlaheiðursløn

Talan er ikki um dýr, sum av onkursvegna eru vilst til oyggjarnar. Sambært Jens-Kjeld Jensen, skyldast broytingin í dýrahópinum og -sløgunum fyrst og fremst veðurlagsbroytingum.

Men hóast pestisidir ikki eru ein hóttan fyri skordýr í Føroyum, heldur Jens-Kjeld Jensen kortini, at vit eiga at vera varin, tí tað er ymiskt annað, ið kann hava eina keðiliga ávirkan á skordýrahópin. Eitt nú letur hann frætta, at verða taðingarevni í landbúnaðinum ikki brúkt rætt, kunnu tey verða skaðilig:

- Verður taðað ov nógv, og er góðskan á tøðunum ikki nóg góð, er tað vanlukkuligt fyri ta føroysku náttúruna, tí tað eru ymisk evni, jørðin ikki tolir ov nógv av, sigur Jens-Kjeld Jensen við Dimmalætting og leggur afturat:

Les eisini: Biogassverkið fer at hava stórar broytingar fyri tilfeingisvinnurnar

- Ov lítið verður gjørt fyri føroysku náttúruna, og tað sær ikki út til, at politikararnir eru áhugaðir í at brúka pengar uppá hana. Ein nýggj náttúruverndarlóg hevur verið ávegis tey seinastu 12-15 árini, men spreingileidningar úr plasti verða í heilum tveittir á sjógv, og nógv rullugras verður innflutt við eini rúgvu av skordýrum og ormum heldur enn at sáa gras. Alt fyri at spara og leypa um, har garðurin er lægst, sigur Jens-Kjeld Jensen, ið heldur tað vera ógvuliga harmiligt, at vit hava so fáar upplýsingar um hvussu tað føroyska skordýraríkið hevur tað, tí skordýr hava ein týðandi og ómissandi leiklut í vistskipanini, og hetta eiga vit í størri mun at virða og viðurkenna.

Sambært Jens-Kjeld Jensen, eiga lívskorini hjá skordýrunum somuleiðis at vera viðkomandi fyri onnur enn bert skordýrafrøðingar:

- Skordýrini hava ein týðandi leiklut í vistskipanini. Tey dusta plantur og niðurbróta ymisk evnir í náttúruni, so tey aftur verða atkomulig fyri plantum. Eisini eru tey føði fyri nógv fuglasløg, har ímillum spógv, tjaldur og stara, sum liva av larvum.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður