Heimatíðindi

Skuldu rudda tær ómøguligu jarðarmøðurnar burtur

Skuldu rudda tær ómøguligu jarðarmøðurnar burtur
2018-06-08 14:59 Author image
Georg L. Petersen

Tað leikaði ómetaliga hart á á Føðideildini í fjørsummar. Leiðandi yvirlækni mælti til at rudda upp millum ómøguligu jarðarmøðurnar, og leiðandi jarðarmóðurin varð løgd undir at ganga á odda fyri einum uppreistri – tað endaði við eini uppsøgn av henni. Fyri viku síðan var henda triðja uppsøgnin hjá Johnny í Grótinum innan eitt ár ógildað

Juni 2017 – deildarleiðarin á B3, Tórhild Mohr, uppsøgd á Landssjúkrahúsinum.

August 2017 – leiðandi jarðarmóðurin á A2, Sigrid Christensen, uppsøgd á Landssjúkrahúsinum.

Desember 2017 – tíðindaleiðarin, Liljan Weihe, uppsøgd í Kringvarpi Føroya.

November 2017 – uppsøgnin av Tórhild Mohr ógildað.

Apríl 2018 – uppsøgnin av Liljuni Weihe ógildað.

Juni 2018 – uppsøgnin av Sigrid Christensen ógildað.

Tað hevur gingið slag í slag við uppsagnum og ógildingum av uppsøgnum hjá Johnny í Grótinum, fyrst sum stjóri á Landssjúkrahúsinum og síðan sum stjóri í Kringvarpi Føroya. Innan fyri eitt ár er talan um tríggjar uppsagnir, sum er ógildaðar.

Spælið handan leiktjøldini hevur ikki altíð verið so vakurt, sum millum annað uppsøgnin av Sigrid Christensen eisini vísir rættiliga týðuliga. Fakbólkar sum ikki tosa saman, stríð um skrivstovur og møblar, skuldsetingar um at ganga á odda fyri einum uppreistri og mangt annað – og so ynskið frá einum yvirlækna um at rudda upp millum jarðarmøðurnar á føðideildini. Viðkomandi var leiðandi yvirlækni á Skurðdeplinum og partur av depilsleiðsluni.

Ein teldupostur frá honum, beint sum orrustan var í hæddini, er soljóðandi: “Vit hava sera stóran tørv á, at ljósmøðrabólkurin fær fokus á sína arbeiðsuppgávu. Hetta vænti eg ikki at vit náa við eini sámuligari arbeiðsíløgu uttan at vit fáa “ruddað” tær burtur, sum mótarbeiða ein hvørjari loysn og væntandi framyvir fara at seta kílar í alt sum líkist einum samarbeiði.”

Og Johnny í Grótinum gjørdi sum yvirlæknin bað um – og tað endaði við eini uppsøgn fram eftir fummum, sum endaði við at verða ógildað.

Lesið meira HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður