Heimatíðindi

Skuldin nærkast einari álíkning

2018-12-01 19:09 Author image
Georg L. Petersen

Vágs Kommuna var væl undir einari álíkning í ár, men við yvirtøkuni av Páls Høll veksur skuldin næstan 50 prosent og nærkast einari álíkning

- Bókaða nettoskuldin hjá Vágs kommunu er d.d. umleið 28,5 mió. kr. Skuldin hjá Vágs kommunu veksur fyrst í komandi árið við yvirtøkuni av Páls Høll við umleið 14 mió. kr., soleiðis at nettoskuldin tá verður umleið 42 mió. kr. og verður nettoskuldin tá góðar 0,9 álíkningar.

Hetta stendur at lesa í tíðindaskrivinum frá Vágs Kommunu, nú býráðið hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2019.

Tað var ongantíð ætlanin, at Páls Høll skuldi verða partur av kommunala virkseminum, men liggja í einum sjálvsognarstovni, ið skuldi hvíla í sær sjálvum við leiguinntøkum frá Vágs Kommunu og inntøkum annars frá virkseminum.

Men ætlanin gjørdist ein tungur burður, tí trupult var at fáa pengar at gera høllina heilt lidna, og raksturin var munandi tyngri enn væntað. Tískil mátti kommunan javnan spýta meira pengar í ætlanina. Fíggjarmálaráðið kravdi at skuldin í høllini skuldi leggjast afturat tí kommunalu, tí mett varð, at kommunan var ein so týðandi partur av virkseminum, at tað í veruleikanum var kommunalt. Tað noktaði kommunan, men herfyri sá nevndin í høllini ongan annan útveg enn at biðja kommununa um at yvirtaka høllina, sum var alt ov tung at reka – eftir hesa áheitan samtykti býráðið at yvirtaka hana og harvið skuldina. Kommunuskuldin vaks harvið við næstan 50 prosentum.

Men enn er Marghøllin eftir, sum Fíggjarmálaráðið eisini ynskti at kommunan yvirtekur. Kommunan noktar, og enn er eingin áheitan komin frá Vágs Ítróttarráði, sum eigur høllina, um at yvirtaka hana. Hendir tað, fer skuldin langt upp um eina álíkning. Og hendir tað, kann Fíggjarmálaráðið seta treytir við komandi fíggjarætlanir.

Les meira HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður