Skriðan er lopin

Skriðan er lopin

2018-01-05 10:15 Author image
Georg L. Petersen

Verkfallið hjá pedagogunum man hava verið ein dýrur lærupeningi hjá landsstýrinum, og serliga Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu. Hon gav eftir, tá sjúkrarøktarfrøðingarnir vildu hava sínar lønir á sama støði sum aðrir bachelorar hava. Hóast verkfall tá, tyktist tað ongantíð vera ein spurningur um, at Løgtingið skuldi inn í málið. Skilið var ikki gott á okkara sjúkrahúsum, og hevði tað vart eina viku afturat ella so, hevði neyvan nakar annar útvegur verið.

Nú pedagogarnir vilja lyfta síni starvsfólk á sama lønarstøði sum sjúkrarøktarfrøðingarnir, tykist støðan hjá politiska myndugleikanum at vera ein onnur. Móti ársenda var talan um at fáa Løgtingið upp í málið, men tað eydnaðist ikki.

Tað er líkasum, at lønardeildin og landsstýriskvinnan ikki sóu fyri sær, at har ein skriða er lopin er onnur í væntu, tí sjálvsagt krevja pedagogarnir sama lyft sum sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum vildu hava mismunin millum teirra bachelorar og teir akademisku bachelorarnar burtur. Útbúgvingar eru jú á leið eins.

Hyggja vit nakað aftur í tíð, so átti hesi lønarkkrøv ikki at komið óvart á politisku skipanina, sum sjálv valdi at uppstiga bæði sjúkrarøktarfrøðingar, pedagogar og lærarar til bachelorar, tá avvarðandi skúlar vórðu lagdir undir Fróðskaparsetrið. Tað var tá ein mismunur hendi sambært fakfeløgunum, tí lønirnar fylgdu ikki við, so tær kundu samanberast við aðrar bachelorar.

Hinvegin er nógv sum ger, at tað illa ber til at samanbera sjúkrarøktarfrøðingar, lærarar og pedagogar við til dømis bachelorar í stjórnmálafrøði ella líknandi. Hesir seinnu kunnu sjáldan brúka sína útbugving til nakað stórvegis fyrr enn tvey ella trý ár eru løgd omaná útbúgvingina. Sjúkrarøktarfrøðingarnir, lærararnir og pedagogar verða hinvegin útbúnir beinleiðis á arbeiðsmarknaðin, júst sum áður, og kunnu tann vegin uttan stórvegis hóvasták hækka í leiðsluábyrgd, samstunds sum lønin fylgir við – teir kunnu røkka hæddum, sum ein akademiskur bachelorur bara má droyma um.

At alt nú endar í einum ellibita kundi verið fyribyrgt, longu tá avgerðin varð tikin um at uppstiga útbúgvingarnar. Tá kundi hædd verið tikin fyri tí ymiska starvsinnihaldinum og møguleikunum hjá bachelorum, og kanska hugsa seg eina ella tvær ferðir um, áðrenn lønarlagið hjá bachelorum í BLF og Akademikarafelagnum varð sett so høgt, sum tað er.

Tað er lætt at vera eftirklókur, men staðfestast kann, at knúturin næstan er óloysiligur, um tað almenna ikki bara gevur eftir – og tað verður dýrt.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður