Heimatíðindi

Skráin fyri Mentanarnáttina 2019

(7. juni verður Mentanarnáttin í Tórshavn)

(7. juni verður Mentanarnáttin í Tórshavn)

2019-06-06 14:00 Author image
Hergeir Staksberg

Vit liva í einari tíð, sum er vælsignað við undirhaldi og upplivingum. Festivalar, stevnur og tiltøk kappast um uppmerksemi hjá fólkinum. Vit hava fleiri tungvektarar sum G!, Summarfestivalin og Ólavsøkuna, men seinastu árini er Mentanarnáttin byrja at vísa musklar og bjóða av

Tað er í morgin, at vit verða forkelaði við nógvum ókeypis tiltøkum. Vit hava valt trý ymisk úr rúgvuni.

[object Object](Michael Anthony er ein av monnunum handan Útilív. Mynd: Útilív.fo)

1. Street Party
Tað eru aktivu dreingirnir í Útilív, sum skipa fyri einum lítlum street party ella gøtu veitslu. Teir hava millum annað fingið fatur elektro pop bólkinum Mendoza, sum er eitt rímiliga stórt navn í Danmark

Aðrir bólkar og diskarar, sum kunnu upplivast eru:
- Silvurdrongur
- Ghostnotes – GKR (Icelandic)
- Stoney & Ronnason
- Tamara – Yo Mamas
- Glitter Queens

Michael Anthony fer eisini at diska, og tað verður eisini matur á staðnum.
Tiltakið byrjar klokkan 16.

[object Object](Er hetta sterkasti maður í Føroyum? Mynd: Arne List)

2. Føroya sterkasti maður
Tað eru fleiri menn í Føroyum, sum hava lyft ein stóran og tungan stein, men tað er bara ein maður, sum hevur klárað borið sama tunga stein í mong harrans ár. Tað er sjálvandi tann ótroyttiligi Traðarmaðurin á Vaglinum, men í morgin far hann kapping frá nógvum sterkum monnum.

Um tú ert eina av teimum, sum ikki fær nokk av at síggja Tórur Mikkelsen lyfta fólk, so er hetta nakað fyri teg. Tað er bara at koma oman á Vaglið klokkan 19 og rópa á sterku luttakararnar, tá teir fara at lyft ymiskt tungt.

… og skuldi tað hent seg, at tú fekk blóð á tonnina av øllum lyftunum og sterku monnunum, so kanst tú eisini royna teg. Fyrireikararnir boða frá, at tað verður gjørligt at lyfta og fáa ein vinning.

(Her kanst tú síggja Silly Walk)

3. Silly Walk gonga
Hetta er tað skeiva innslagið á Mentanarnáttini. Um tú kennir til Monty Python og teirra smá svaka humor, so kennir tú kanska eisini teirra klassisku Silly Walk sketsj. Undir øllum umstøðum, so fara fyrireikararnir av Mentanarnáttini at heiðra Monty Python við ársins stuttligastu gongu, har Havnar hornorkestur fer at spæla stuttligan Monty Python tónleik undir sjálvari gonguni.

Gongan byrjar við trappuna í Vágsbotni klokkan 17, og vinningar verða latnir bestu gonguløgunum.

Sí skránna fyri Mentanarnáttina HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður