Uttanlands

Skotland: Ókeypis reinførisvørur til kvinnur

2020-02-26 09:00 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Skotland er fyrsta landið í heiminum, sum ætlar at reinførisvørur til kvinnur skulu vera ókeypis. 

Lógaruppskotið, sum var til fyrstu viðgerð í gjár, hevur við sær, at allar reinførisvørur - bind og tanpax - verða tøkar ókeypis á almennum støðum, sum apotekum, undómshúsum og mentanardeplum. 

í 2018 gjørdist Skotland fyrsta landið í heiminum, sum útvegaði ókeypis reinførisvørur á øllum skúlum í landinum. 

Nógvar røddir hava verið uppi undan lógaruppskotinum, um órættvísi við gjøldum á slíkar vørur. Tað hevur fyrr verið uppá tal at strika so-nevnda mánasjúku-skattin, men einki er hent fyrrenn nú. Í stórabretlandi vera hesar vørur skattaðar við 5%.

Monica Lennon, sum átti uppskotið, segði sambært Reuters, at hetta fór at hava stóran týdning fyri normalisering av mánasjúku í Skotlandi og fór at signalera at skotska parlamentið tekur kyns javnstøðu í álvara.

Lóggávan kemur at kosta umleið £24.1 milliónir árliga.

 

 

Reuters

 

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður