Heimatíðindi

Tjóðsavnið: Fyrsta skordýraframsýningin

2019-03-07 15:50 Author image
Turið Justinussen

Fyri fyrstu ferð í summar fer Tjóðsavnið at ferðast runt Føroyar og sýna fram ymisk skordýr, sum í løtuni verða avmyndaði

Tjóðsavnið er í takferð við at avmynda ymisk skordýr til myndagoymsluna hjá savninum og til eina framsýning í summar.

Ætlanin er fyrst at avmynda tey meira vanligu skordýrini, vit øll kenna, og síðani byggja framsýningina út við fleiri, meira sjáldsomum skordýrum. 

Niðanfyri sæst ein skinnfluga:[object Object]Mynd av høvdinum á eini skinnflugu, sum er sett saman av 100 stakmyndum (Mynd: Tjóðsavnið)

Nýggj myndatól og -útgerð
Ein av høvuðsuppgávunum hjá Tjóðsavninum er at sýna fram teir gripir og lutir, savnið liggur inni við, men til tess at sýna fram smákykt á nøktandi hátt, er neyðugt við hágóðsku myndatólum og -útgerð.

- Fyri at kunna sýna tey heilt smáu djórini fram, mugu vit forstørra tey. Vit hava fingið myndatól og aðra útgerð heim, ið megnar hetta so mikið væl, at mann skuldi trúð, at tað varð gjørt við eini sjóneyku, sigur Jan Sørensen, savnsvørður á sjódjóradeildini hjá Tjóðsavninum og greiðir frá arbeiðsháttinum, sum á enskum verður kallað Photo stacking:

- Á eini nærmynd er kanska bara ein fjóðringur av eygunum á eini skinnflugu klár, men við nóg sterkum blitsi og við at lagdeila myndina, kann eg gera allar smálutir klárar, soleiðis at mann sær hvørt hár á fluguni týðiligt. Hetta geri eg við at taka einar 100-200 myndir av hvørjum einstøkum skordýri og flyta fokusøkið. At enda seti eg allar myndirnar saman og snøggi tær í einum myndaforriti, so tann endaliga myndin, ið verður sýnd fram, er ein samansett mynd av fokusøkjunum á øllum teimum 100 til 200 myndunum. 

Áðrenn skordýrið verður avmyndað, skal tað leggjast væl til rættis sum myndevni. Eftir hetta tekur sjálv avmyndanin einar 15 minuttir hjá Jan Sørensen. Hartil kemur so eitt ávíst arbeiði at samanseta og snøgga til á Photoshop. 

Á framsýningini verða áleið 20 myndir, ið eru fýra fermetrar til støddar. [object Object]Mynd av skinnflugu, sum er sett saman av 100 stakmyndum (Mynd: Tjóðsavnið)

Les eisini: Jens Kjeld: Vit skulu virða skordýrini

Tørva fesk skordýr
Í varðveitslu á Kaldbak eru alskyns forngripir, útstappaðir fuglar og beinagrindir umframt ein ørgrynna av varðveittum smákyktum. Hesi smákykt verða annaðhvørt varðveitt í spritti ella sett á nál, men í sambandi við framsýningina, tørvar Tjóðsavnið livandi ella heilt fesk smákykt at taka myndir av.

Tí heitir Tjóðsavnið á fólk um at hjálpa teimum at savna inn smákykt. Hetta kann til dømis vera flugur, eiturkoppar og torvatrøll, tvístertur, silvurfiskar og grátt undir steini. Skilabest er at goyma tey í eini glaskrukku við loki og leggja ein ráligan lepa av køkspappíri niðurí til smákyktini, so tey trívist betri, áðrenn tey verða latin Tjóðsavninum. 

Higartil eru tað nøkur, ið hava latið Tjóðsavninum smákykt, men Jan Sørensen, savnsvørður vónar, at hesi gerast fleiri. 

Fyrsta framsýning verður á Bátastevnuni í Vestmanna og ein verður millum annað á Mentanarnáttini í Havn. Eisini verða skordýrini sýnd fram á Tjóðsavninum í Hoyvík.

[object Object]

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður