Eftirlitsmaður útpeikar tann seka í skipsbrandi

2016-08-16 17:00 Author image
Dimma

159 fólk doyðu, tá ið eldur kom í ferjuna Scandinavian Star tann 7. apríl 1990. Fyri viku síðan staðfesti norska løgreglan, eftir at hava tikið málið uppaftur, at fylgibrandarnir ið komu hálvt samdøgur eftir fyrsta eldin, helst tendraðu sjálvir av tí nógva hitanum.

Hetta er danski skipsinspektørurin Flemming Thue Jensen ósamdur við løgregluna um. Málið kundi verið uppklárað, segði hann á ein tíðindafundi seinnapartin, har hann eisini útnevndi tann, sum í hansara eygum átti at verið tann høvuðsmistonkti.

- Eg var ein av teimum fyrstu á skipinum og ein av teimum, sum visti nógv mest, men eg var ongantíð avhoyrdur. Málið kundi verið loyst eftir einum mánað, segði Flemming Thue Jensen sambært Politiken í dag.

Hann luttók á tíðindafundinum, sum ”Stiftelsen Etterforskningen av mordbrannen Scandinavian Star i Oslo” skipaði fyri. Á fundinum legði hann fram skjøl og útskriftir av gomlum vitnisútsagnum, sum sambært felagnum ganga beint móti niðurstøðuni hjá norsku løgregluni.

Norska løgreglan hevur, eftir at hava viðgjørt málið av nýggjum í tvey ár, endaliga avgjørt ikki at skuldseta fleiri fólk í málinum, tí eingi prógv eru at finna. Hesum er ”Stiftelsen Etterforskningen av mordbrannen Scandinavian Star i Oslo” ikki samd í. Og á tíðindafundinum í dag peikaði fyrrverandi skipsinspektørurin á mannin, sum sambært honum stóð aftan fyri hópmorðsbrandin á Scandinavian Star.

Talan er um maskinsstjóran, ið sambært eftirlitsmanninum í fleiri umførum royndi at forða fyri eldsløkkingini. Men maskinstjórin varð ongantíð avhoyrdur, og tað er ein gøla, segði Flemming Thue Jensen millum annað sambært Politiken.

Hann vildi eisini vera við, at maskinstjórin luttók í kanningararbeiðnum eftir eldin, og har hevur eydnast honum at planta feilir og fullføra sítt "meistaraverk", sigur tann bersøgni Flemming Thue Jensen.

Maskinstjórin hevur áður verið undir illgruna, og í september 2013 fekk norska blaðið VG samband við hann á hansara bústaði í Florida. Hann vísti tó fullkomiliga aftur, at hann skuldi hava nakað við eldin at gera. Hann doyði í juli 2014 av hjartatilburði, einans tríggjar vikur eftir, at politimeistarin í Oslo gjørdi av at lata málið uppaftur.

Skipsinspektørurin Flemming Thue Jensen hevur hildið sínari vitan aftur, til hann fyrr í ár stóð fram og pástóð, at fleiri vóru um áseta eldin.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður