Engelbreth Hansen í Fuglafirði smíðaði nakrar stórar súðubygdar bátar við húsinum har frammi. Hann var upprunaliga húsasmiður, men fór í 1971 at smíða bátar. Hann smíðaði fyrst tristar, men síðan størri bátar. Í 1975 fór hann undir seksæringin, Fimm Systrar, sum var liðugur í 1977. Onkran annan seksæringin smíðaði Engelbreth eisini, umframt tríggjar kappróðrarbátar.

placeholder