Heimatíðindi

Skikka okkum betur í ferðsluni

savnsmynd

savnsmynd

2020-04-21 13:30 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Stórar broytinar hava verið í ferðslumynstrunum hjá føroyingum hesa øldina, og tað sæst aftur í ferðslutølunum frá Hagstovuni.

Tølini vísa, at nógv bendir á, at ferðslan er blivin tryggari. Tað hevur við sær, at talið av ferðsluóhappum er minkað støðugt seinastu 20 árini.

Yvirlit frá løgregluni vísir, at talið av ferðsluóhappum er farið frá umleið 1.300 óhappum um árið í fyrru helvt av øldini, niður í 485 í 2019. Somuleiðis eru eisini talið av fólkaskaðum í ferðsluni minkaðir rættiliga nógv, úr 60-80 fólkaskaðum niður í 24. Hetta er tað lægsta, ið hevur verið.

Eitt fólk doyði í ferðsluni í 2019, og tað er eitt meira enn í 2018 tá ferðslan einki lív kostaði. Eisini her er talan um eina minking seinastu árini, har tað í 5 ár eru tilsamans 7 deyð í ferðsluni, í mun til 4 í miðal árliga 10 ára skeiðið áðrenn.

Tað letur til, at rúsdrekkamarkið eisini hevur havt jalig árin á trygdina í ferðsluni. Í 2009 varð markið sett niður úr 0,5 til 0,2 promillu. Seinastu árini hevur talið av teimum, sum eru ákærd fyri rúsdrekkakoyring verið metlágt, hetta er minkað niður í eini 100 um árið nú. Í fyrruhelvt av 00-unum lá talið á teimum, sum vórðu ákærd fyri rúsdrekkakoyring millum 150 og 200 um árið. Árini 2017 og 2018 vóru metlág, men hækkaðu eitt vet aftur í 2019 til 120 ákærir. 

 

[object Object]

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður