Skansi stórt hall

Skansi stórt hall

2017-06-28 15:42 Author image
Georg L. Petersen

Ein kapitalhækking, avdráttarskár, rentulækking, skuldarsanering og umlegging av skuld hevur bjarga Skansa Offshore, sum hevur verið hart rakt av kreppuni í frálandavinnuni – men har eru eisini glottar.

- Ársúrslitið hjá samtakinum áðrenn minnilutapartar gjørdist eitt undirskot á 200 milliónir krónur. Eginpeningurin við árslok 2016 var minus 5 milliónir krónur, skrivar Skansi Offshore í eini fráboðan til miðlarnar.

Áðrenn serligu niðurskrivingarnar av skipum og valutakurstap var talan um eitt minus á 26 milliónir krónur.

- Marknaðurin fyri frálandaskip er framvegis undir stórum trýsti og Skansi Offshore hevur tí, eins og flest onnur reiðarí á hesum marknaðinum, aftur verið í samráðingum við sínar fíggjarstovnar fyri at fáa eina longri avtalu, sum tekur hædd fyri krevjandi marknaðarviðurskiftum fleiri ár fram, skrivar Skansi.

Hetta merkir avdráttarskrár fram til 2021 av írestandi skuld, rentulækking, skuldarsanering, konvertering av skuld og ein kapitalhækking á 25 milliónir krónur. Eftir kapitalhækkingina er eginpeningurin við minnilutapartum omanfyri 200 milliónir krónur.

Tað eru aðrir glottar, millum annað hevur Skansi gjørt 5 ára avtalu við Statoil umframt aðrar styttri sáttmálar.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður