Heimatíðindi

Skansi Offshore: 68 milliónir í yvirskoti

2018-03-08 16:18 Author image
Innsent

Skansi Offshore P/F hevur havt ársaðalfund, har ársroknskapurin fyri 2017 varð lagdur fram og góðkendur.

Ársúrslitið hjá samtakinum áðrenn minnilutapartar gjørdist eitt yvirskot á 68 mió.kr.

Úrslitið er ávirkað av niður- og avskrivingum av skipsvirðum á 211 mió.kr. og fíggjarligum inntøkum á 252 mió.kr.

Eginpeningur við árslok í 2017 var 53 mió.kr. Fíggjarstøðan hjá samtakinum javnvigaði við 807 mió.kr.

Gongdin í árinum

2017 gekk nakað betri enn væntað. Orsøkin er, at samstundis sum rakstrarkostnaðurin er lækkaður, hilnaðist summarið betri enn vænta við góðum dagratum hjá skipunum, sum vóru á spottmarknaðinum. Eisini tryggjaði Skansi ein týdningarmiklan 5 ára sáttmála við Statoil fyri “Sjoborg”. Sáttmálaskeiðið byrjaði í oktober 2017. Í samband við sáttmálan skal “Sjoborg” hava sett í eina serliga battarí skipan á 1500 kW. Skipanin kemur at minka um útlátini frá skipinum, og minka um oljunýtsluna.

Øll 5 skipini hjá felagnum hava verið í vinnu. Arbeiðið hevur verið í Írlandi, vestan fyri Hetland, Danmark og Norra.

“Sjoborg” hevur 5 ára sáttmála við Statoil.

“Kongsborg” byrjar ein nýggjan sáttmála við Wellesley í juni 2018. Sáttmálin er fyri 3 leitibrunnar hjá Wellesley við møguleika at leingja við 4 brunnum. Mett verður, at sáttmála skeiðið varar til várið 2019.

“Saeborg” hevur sáttmála við Aker BP og Torsborg hevur sáttmála við Shell.

“Eldborg” er á spottmarknaðinum.

Tekin um at marknaðurin fyri frálandaskip verður betri

2017 var aftur eitt torført ár fyri reiðarar av frálandaskipum. Árið var merkt av fíggjarligum endurskipanum og fleiri samanleggingum millum reiðarar. Eisini vóru fleir samanleggingar og uppkeyp millum oljufeløg.

Í mun til fyri einum ári síðani, eru tó fleiri tekin um at tað gongur móti frægari líkindum fyri einum marknaði í javnvág. Oljuprísurin hevur vunnið nógv aftur, og Brent oljan fór uppum 70 USD í januar 2018. Flestu oljufeløg vinna pening aftur, og bjartskygni um oljuprísin hevur givið oljufeløgunum áhuga í at seta í gongd leiting og útbygging av feltum. Íløgurnar hjá oljufeløgunum í Norðsjógvinum og eisini í øðrum marknaðum økist. Av tí sama hækkar eftirspurningurin eftir veitingaskipum.

Hóast jalig tekin, verður ikki rokna við at marknaðurin kemur í javnvág fyrr enn í fyrsta lagi 2019. Orsøkin er, at tað framvegis er alt ov stórt útboð av skipum, og kemur hetta at halda dagratunum á einum lágum støði.

Skansi Offshore eigur og rekur 5 nýmótans frálandaskip.

Hjá Skansi Offshore samtakinum starvast í dag 130 starvsfólk, harav 120 sjófólk, allir føroyingar.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður