Skálavíkar kirkja verður 125 ár

2016-08-30 21:38 Author image
Dimma

Sunnudagin 6. september í 1891 varð nýggja kirkjan í Skálavík vígd. Og nú tað um vikuskiftið fara at vera júst 125 ár síðan, verður hátíðargudstænasta hildin í kirkjuni komandi sunnudag.

Jógvan Fríðriksson biskupur prædikar, og harumframt luttaka fyrrverandi sóknarpresturin Jákup Reinert Hansen og Havstein Klein, sóknarprestur. Ingibjørg Hansen og Ólavur Jakobsen syngja og spæla, og Tórshavnar manskór syngur. Gudstænastan verður eisini sjónvarpað.

Í 1890 varð avgjørt at ríva niður ta gomlu kirkjuna, sum var illa farin í einum stormi. Táverandi presturin Jørgen Falk Rønne bað um, at nýggj kirkja varð bygd. Hann segði sum var, at gamla kirkjan var óbrúkilig, og bað um at hon var tikin niður, áðrenn vindurin fór við restini.

Christian Davidsen av Sandi teknaði nýggja kirkju. Ætlanin var, at hon skuldi byggjast úr timbri, men Jákup á Bakkanum, handilsmaður í Húsavík, bjóðaði sær til at gera hana úr gróti í staðin. Tikið var av hesum tilboði. Við sær til grótarbeiði hevði hann Joen Johannesen og Hans Anthoniussen, báðir úr Húsavík. Timburarbeiðnum tók Peter Johannesen av Reyni úr Havn sær av, og smiðir vóru Hans í Mortansstovu úr Havn og Óli Mortensen av Argjum. Kirkjan gjørdist 24x12 alin, og bríkirnar vóru 24 í tali, skrivar J.P. Gregoriussen í bókini "Yngru hválvkirkjurnar".

Kirkjan varð vígd tann 6. september 1891. Pastor Madsen úr Norðstreymoy las inngangsbønina og Evensen próstur helt vígslutaluna.

Eftir hátíðargudstænastuna nú komandi sunnudag verður almennur døgurði fyri øllum bygdafólkunum niðri á Keldu, har Jákup Reinert Hansen, fyrrverandi sóknarprestur, eisini hugleiðir.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen
”Den er helt gal med Anna”

”Den er helt gal med Anna”

Tá Anna arbeiddi sum fangavørður, varð hon mett sterk og óttaleys. Men í loyndum stríddist hon við álvarsama strongd

Author image Marita á Rógvi

Meira langlesnaður