Heimatíðindi

Skal vera lætt og ómakaleyst at eta sunt

Mynd: Matbitin

Mynd: Matbitin

2020-02-17 16:47 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Minni tíð uppá innkeyp og matfyrireikan, og meira pláss fyri heilsugóðum mati, tað er hugskotið aftanfyri Matbitin. Við fakligari vitan og áhuga í matgerð syrgir Elsa Sandberg Nielsen fyri, at føroyskar familjur fáa heilsugóðan døgarða uttan tað stóra hóvasták.

Matbitin er ein matkassi við vørum og uppskriftum til máltíðir. Tað er Elsa, sum hevur ment konseptið. Hon er er útbúgvin kandidatur í kliniskari føðslu og hennara hugsan er, at Matbitin skal gera tað lætt og ómakasleyst at liva ein sunnan lívstíl.

- Hugskotið er, at tú skalt sleppa undan at standa í handlinum aftaná arbeiðstíð og finna útav hvat skal vera til døgarða. Við Matbitanum er alt klárt, tú skalt bara gera matin. Høvuðsendamálið er, at tað skal vera lætt.

Upprunaliga eta føroyingar góðar og sunnar rávørur, men tá ið tað kemur til grønmeti, kann kosturin oftast gerast eitt sindur einstáttaður, heldur Elsa, sum við hesum vónar at geva íblástur til rættan og góðan kost. Tað er brúkarin sjálvur, ið avgerð hvussu nógvar máltíðir um vikuna ein ynskir.

Uppskriftinar eru fjøllbroyttar og innihalda nógv grønmeti. Harumframt roynir Matbitin í besta mun eisini at minka um matoysl. Í materkjuni vera vørurnar lagdar eftir mongd og fleiri av rávørunum ganga aftur í uppskriftunum. Eisini verður lagt upp til, at avlop kann nýtast til matpakkar.

- Tað at man eigur restir av onkrum inni ger tað lættari at velja at eta tað ein annan dag, heldur enn at fara út og keypa okkurt nýtt

Matbitin hevur fingið góða móttøku. Fyri stuttum ári síðani byrjaði Matbitin og í summar var konseptið komið út í handlarnar. Nú er møguligt at heinta Matbitan í flestu FK handlunum kring landi, so sigast kann, at áhugin er stórur og vaksandi.

Nógvar lívstílssjúkur koma av keðiligum matvanum og Elsa ynskir, at hjálpa fólki við at eta sunnari og á tann hátt verða við til at fyribyrgja lívstílssjúkum, so at man sleppur undan at lofta teimum, tá ov seint er.  

Ynski er eisini hjálpa barnafamiljum at leggja sunnar matvanar í børnini. Sum barnafamilja ynskir man ofta at máltíðirnar skulu vera lættar og skjótar, og við Matbitanum er lættari at fáa heilsugóðan mat uttan tað stóra roksi, sigur hon.

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður