Heimatíðindi

Sjúkrarøktarfrøðilesandi: Mín skylda at hjálpa til

Tamara Jacobsen (egin mynd)

Tamara Jacobsen (egin mynd)

2020-03-17 19:01 Author image
Anna Poulsen

Nærum allir almennir stovnar eru stongdir, og undirvísing av øllum slagi avlýst ella framd umvegis internetið. Sjúkrarøktarfrøðilesandi eru vanir við, at ein stórur partur av undirvísingini er praktisk. Men hetta ber ikki til, nú Koronasmittan ger um seg. 

Tó broytti hetta støðuna nakað, tá 24 ára gamla Tamara Jacobsen úr Norðagøtu hugdi at telduposti í gjár. Boð vóru frá Fróðskaparsetrinum, har tey heittu á sjúkrarøktarfrøðilesandi, um at vera ein partur av korona tilbúgvingini í Sjúkrahúsverki Føroya. Orsøkin er, at tørvurin á heilsustarvsfólki er ovurhonds stórur. 

-Vit lesandi gera sjálvi av, hvar í heilsiverkinum og eldraøkium, vit vilja arbeiða. Øll undirvísing, starvsvenjing og uppgávur eru inntil víðari steðga. Sostatt eru vit lesandi frístillað til at vera arbeðismegi í Korona tilbúgvingini, har tørvur er á okkum.  

 

-Tað er mín skylda at hjálpa til

Í teldupostinum stóð, at leiðslan fyri Sjúkrahúsverki Føroya metir, at sjúkrarøktarfrøðilesandi eru fult før fyri at fara inn í arbeiðsuppgávurnar. Talan er millum annað um at pota/kanna fólk, sum koma við mistanka um Korona. Tamara Jacobsen heldur, at sum sjúkrarøktarfrøðilesandi og komandi sjúkrarøktarfrøðingur, er tað ein skylda at hjálpa til.

-Eg haldi, at sum sjúkrarøktarfrøðilesandi er tað onkurvegna mín skylda at hjálpa, tá tørvur er á tí. Eg havi valt at taka hesa útbúgvingina, tí eg vil og mær dámar at hjálpa/røkta sjúkum og eldri. Harafturat er hetta ein møguleiki hjá mær at fáa fleiri arbeiðsroyndir á sjúkrahúsinum.

 

Longri vaktir og broyttar mannagongdir

Á sjúkrahúsunum er mannagongdin broytt og umskipað. Starvsfólk, sum vanliga arbeiða saman, eru deild upp, soleiðis at tað ikki gongur út yvir øll, um ein nú verður smittaður. Harafturat eru vaktirnar eisini longri enn vanligt. Talan er eisini um samanhangandi vaktir, soleiðis at starvsfólkini ikki ferðast ov ofta til og frá arbeiði. Hetta er eisini galdandi fyri tey lesandi, sum nú koma at hjálpa til, og tískil er ikki tíð at hava undirvísing hesa tíðina. 

Stóri tørvurin kemst eisini av, at fleiri starvsfólk skulu verða sett av at gera Korona-kanningar. Starvsfólkini, ið gera Korona-kanningarnar, skulu ikki vera knýtt at nakrari deild. Tamara Jacobsen, sum er sjúkrarøktarfrøði lesandi á triðja ári, hjálpir til við gleði. Heldur ikki, er hon bangin fyri at blíva smittað. 

-Av tí at eg eri ein frísk, ung kvinna, sum rættiliga sjáldan eri sjúk, eri eg als ikki bangin fyri at gerast sjúk, men tað er fólkið rundan um meg, eg eri bangin fyri. Av tí at eg arbeiði á eldrasambýlum, vil eg helst ikki blíva smittað.Tí havi eg seinastu tíðina hildið meg inni. Men nú tá eg komi út á Landssjúkrahúsið at arbeiða, taki eg ikki vaktir á sambýlunum, tí eg má verja tey gomlu og veiku. 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður