Heimatíðindi

Sjúkrarøktarfrøðilesandi hjálpa til við tilbúgvingini

Mynd: ls.fo

Mynd: ls.fo

2020-03-16 12:27 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Fróðskaparsetur Føroya boðar frá, at støðgur verður í undirvísingini hjá sjúkrarøktafrøðilesandi á stovninum. Hetta er tí, at tey nú verða ein partur av corona tilbúgvingini, sum stuðul hjá heilsustarvsfólkunum. 

Tað kemur eftir áheitan frá Heilsumálaráðnum og Mentamálaráðnum.

Eftir ætlan skuldi undirvísingin halda fram og tey lesandi fingu boðið at hjálpa til á Landssjúkrahúsinum í fríðtíðini. Tað vísti seg, at tíðin ikki rakk til bæði og tí hevur Setrið gjørt av at støðgað undirvísingini í fyrstu atløgu.  

 

Sambært Óluvu í Gong, forkvinnu í Felaginum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, er hetta ein partur í royndini í at fáa so nógv fólk til heilsuverkið sum gjørligt.

Sum nú er, er eingin koronasjúklingur innlagdur, men dagliga virksemi í heilsuverkinum heldur fram, við niðurskerjingum í á ikki átrokandi økjunum. Men tørvur er á nógvum fólki og hetta er ein liður í gongdini í at skipa arbeiði á heilsuøkinum.

Tey lesandi koma at verða ein náttúrligur partur í tilbúgvingini og koma at arbeiða í tann mun tey eru fakliga før fyri tað. Sum nú er hjálpa tey til við at kanna sjúklingar fyri koronavirusið.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður