Kjak

Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahús hava altíð verið sjálvstýrandi eindir

2016-10-08 09:58 Author image
Sigmund Vang

Tað hevur ongantíð verið so, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum eisini hevur verið leiðsla á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi. Veruliga lokala leiðslan lá tá hjá lokalum sjúkrahússtýrum, sum tóku allar stórar avgerðir fyri smærru sjúkrahúsini. Tí er tað ein kollvelting og nakað heilt nýtt, sum als ikki er roynt áður, um núsitandi landsstýrissamgonga ætlar at leggja Klaksvíkar Sjúkrahús undir eina sentrala leiðslu á Landssjúkrahúsinum.

Tað ljóðar so óskyldugt, tá ið ein hoyrir Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, siga, at nú er næstan full politisk semja um eina leiðslu fyri øll trý sjúkrahúsini, tí í sama andadrátti verður eisini sagt, at soleiðis hevur tað jú verið fyrr, so hví skulu vit ikki gera tað sama aftur nú?

Men hesin pástandur byggir í besta lagi á ein hálvan sannleika, og hálvir sannleikar eru sum kunnugt eitt tað mest vandamikla, tí teir líkjast sannleikanum, men eru í veruleikanum heilar lygnir.

Veruleikin í hesum máli er ein heilt annar, og hetta er orsøkin til, at eg kenni meg noyddan til at tríva í pennin fyri at rætta henda søguliga skeivleika.


Sjúkrahússtýrini stýrdu KS og SS

Jú, tað er so, at fram til 1997 var ein sjúkrahússtjóri, sum formliga var omanfyri allar leiðararnar (tá umsjónarmenn) á teimum trimum sjúkrahúsunum, men her má havast í huga, og tað er ógvuliga avgerandi, at til 1997 høvdu øll sjúkrahúsini eisini hvør sítt sjúkrahússtýri.

Stýrið fyri Landssjúkrahúsið var tó ikki virkið, eins og stýrini fyri Suðuroyar Sjúkrahús og Klaksvíkar Sjúkrahús vóru. Helst tí tað ikki var neyðugt, tí eins og í dag, komu játtanir og vælvild altíð til Landssjúkrahúsið nærum av sær sjálvum.

Hinvegin vóru stýrini á Suðuroyar Sjúkrahúsi og Klaksvíkar Sjúkrahúsi ógvuliga virkin og sentralur partur av leiðsluni. Ovasti sjúkrahússtjórin var skrivari í stýrunum (teirra sekretariat), meðan umsjónarmaðurin umsat øll gerandis viðurskifti. Var nakað serligt á vási, kom stýrið tó saman, t.d. at seta læknar o.m.a.

Sostatt var táverandi felags sjúkrahússtjórin fyri øll 3 sjúkrahúsini mest av øllum at javnmeta við aðalstjóran í Heilsumálaráðnum í dag, tvs. at vit í dag longu hava funktiónina “savnandi sjúkrahússtjóri”, sum kann samanberast við støðuna til 1997. Bert er tann munur, at sjúkrahússtýrini mangla, og sjúkrahússtjórarnir hava í dag nógvar av teimum heimildum og uppgávum, sum sjúkrahússtýrini høvdu.


Leiðslan á LS ongantíð verið leiðsla á KS

Um tað veruliga er so galið, at landsstýriskvinnan ætlar at gera leiðsluna á Landssjúkrahúsinum til eisini at vera leiðsla á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi, so er tað ein kollvelting og nakað heilt nýtt, sum ongantíð hevur verið galdandi áður, og sum undir ongum umstøðum fer at kunna góðtakast.

Tað hevur nevniliga ongantíð áður verið galdandi, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum eisini er leiðsla á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi. Sjúkrahúsini hava altíð verið sjálvstýrandi, autonomar eindir, ið hava havt ábyrgd av egnari menning og egnum rakstri.

Tað, ein sentral leiðsla fer at hava við sær, er ikki trupult at ímynda sær. Tá felagsleiðslan skal spara og rationalisera, sum øll stýring jú snýr seg um, so verður tað á Suðuroyar Sjúkrahúsi og Klaksvíkar Sjúkrahúsi, at virksemi verður lagt niður. Hetta er tí nakað, sum vit, sum eru góð við og síggja stóra virðið í lokalu sjúkrahúsunum, als ikki fara at góðtaka.

Tíbetur havi eg  tað álit á landsstýriskvinnuni, at hon ikki fer at gera eina so ringa gerð ímóti Suðuroyar Sjúkrahúsi og Klaksvíkar Sjúkrahúsi og teimum borgarum, sum fáa sínar heilsutænastur haðani.

Harvið er ikki sagt, at sjúkrahúsini ikki skulu samstarva. Samstarv verður bara ikki skapt við at leggja tveir partar undir tann triðja – tað er ikki samstarv, men valdsyvirtøka. Samstarv krevur hinvegin, at partarnir vilja samstarva, at teir virða hvønn annan, og kenna ábyrgd og skyldur hvør fyri øðrum. Heilsumálaráðið hevur her ein týðandi leiklut at seta reglur og tryggja, at samskipanin millum sjúkrahúsini virkar sum ætlað. – Ein leiklutur, sum eg veit at tey sera væl megna, og sum eg vil ynskja teimum bestu eydnu við.

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður