Vís mær tína summarfrítíð, og eg skal siga tær, hvør tú er

2016-07-26 23:11 Author image
Dimma

Føroyar eru fyrst og fremst eitt summarland, tí tað er um summarið, at skráin hjá teim flestu er so tætt pakkað, at tað fær sjálvt tey reystastu at missa ondina, um tey seta seg niður at hugsa um alt tað, ið skal fáast frá hondini, um alt tað, sum skal náast, áðrenn veturin aftur fær sítt kalda og slavna tak í teimum. Tað er eitt summarland, tí tað er hesa ársins tíð, lívið veruliga skal livast, upplivast og útlivast.

 

Definitiónin upp á feriu

Um summarið hava flest fólk í okkara priviligeraða parti av heiminum summarfrí, og tey flestu gleða seg sum smábørn til fyrsti frídagurin upprennur, hóast ein farri av strongd, og óttin fyri miseydnaðari eydnu, møguliga eisini hevur lyndi til at stinga sítt ljóta andlit fram undan væðingini hjá summum av okkum, tí væntanirnar til frítíðina, samstundis sum tær eru positivar, fyri mong eru øgiliga stórar og krevjandi, persónliga og ikki minst fíggjarliga.

Hesin framíhjárættur, tað er at halda frí, at hava summarferiu, hevur ikki altíð verið ein sjálvfylgja, sum so mangt annað heldur ikki hevur verið tað, ella er tað á okkara leiðum. Hetta kemst av tí einfaldu orsøk, at so mong viðurskifti og okkara grundleggjandi lívstreytir eru broyttar til ta betra gjøgnum árini.

Í Danmark er talið av frídøgum fyri lønmóttakarar hækkað nógv upp ígjøgnum 1900talið. Frá at telja einans tríggir feriudagar uttan løn í 1920, til heilar fimm vikurs frí við løn í okkara døgum – galdandi við lóg.

Feria verður definerað sum fleiri samanhangandi dagar, har arbeiði ella skúlagongd verður løgd til síðis í eitt tíðarskeið. Vikuskiftið telur sostatt ikki við.

Feria eru dagar, ið eru ætlaðir til rekreatión, hvíld og til at taka sær av løttum.

Menningin og framgongdin í okkara samfelagi, ið hevur tryggjað teim flestu summarferiu í x tal av vikum ella dagar, er samstundis eitt tvíeggjað svørð, tí ferian fær mong at endurskoða sína tilveru, og eisini at seta spurnartekin við mong viðurskifti í lívinum.

 

”We are going on a summerholiday”

Summarfrítíðin er fyri tey flestu longsta og kanska mest tiltrongda frítíð á árinum.

Tey flestu gleða seg sum áður nevnt til hesar frívikur uttan krøv og vekkarar, ið vekka alt ov tíðliga, og til at njóta frælsið, har tað mest ófrælsa fyri mong er óunniliga hugsanin um, at tey aftur skulu til arbeiðis um so og so nógvar dagar. Kanska kundi ein sagt, at fyri mong er henda tiltrongda ferian ein keðilig ámminning um, hvussu vit í veruleikanum kundu hugsað okkum at liva, og ein áminning um, at tað ikki ber til at liva, sum vit hava hug til, tí vit skulu jú arbeiða.

Vit eru noydd at arbeiða, tí tað er undir eini skipan, ið sigur, at vaksin fólk arbeiða, vit eru uppald, skúlaði og forritaði. Vit eru noydd at arbeiða, so samfelagið kann halda á fram at virka. Vit eru noydd at arbeiða, so vit hava mat í munnin, vegir, læknar, tak yvir høvdið, trampolin og grillsmáttu í havanum, bil í bilhúsinum, bát í bátahylinum, klæði á kroppinum, status, vinir og framgongd. Vit eru noydd at arbeiða, tí starvið definerar, hvørji vit eru, hvussu vit eru. Tað er okkara starv, ið definerar, hvønn flokk á sosiala stiganum vit hoyra til, hvussu væl eydnaði vit eru – ella ikki eru.

Vit eru noydd at arbeiða, so vit verða mint á, hvussu dýrabær frítíðin og frælsið er. Arbeiði er lívið, nærum alt lívið. Arbeiði er eftirløn, tað er trygging fyri lívið. Fyri góða aldurdómin, tá vit loksins kunnu njóta lívið uttan at arbeiða. Ella er tað?

Arbeiði er eisini gott, sunt og mennandi fyri menniskja. Um ein væl at merkja hevur eitt starv, ein trívist og mennist í, har arbeiðsumstøðurnar eru góðar á øllum økjum. Og helst eru mong, ið hava eitt slíkt. Og mong, ið ikki hava eitt slíkt.

 

Dreymakendir kravmánaðir?

Fyri nógv er summarið eisini árstíðin, mánaðirnir, har alt tað nógva, vit ikki høvdu stundir ella umstøður til at taka okkum av allar hinar mánaðirnar av árinum, tí teir vóru ov myrkir/strævnir/stuttir til skal fiksast.

Húsini skulu málast, urtagarðurin skal lúkast, makin skal pleygast, plenan skal sláast, garðurin skal lagast, børnini skulu raðfestast, bilhúsið skal ruddast, fjøllini skulu gangast, útlandið skal vitjast, fjørðurin skal svimjast ella rógvast, sandurin skal gravast, føroysku klæðini skulu passast til, kampingvognurin skal brúkast, silvurið skal pussast, væðingin skal tømast, festivalar og stevnur skulu vitjast, kjallarin skal tømast, túnið skal trykkspulast, bilurin skal bonast, familjulegur skulu luttakast á, frakkarnir skulu reinsast, bøurin skal hoyggjast, bremsurnar skulu skiftast, grillsmásttan skal brúkast, trampolini skal strammast,  tjaldið skal setast upp, tráðan skal smyrjast, familjan skal vitjast, hitapotturin skal hitast og so framvegis.

Men summarið er eisini tíðin, har vit skulu uppliva og upplivast, og í mun til slík upplivingar átøk er stór framgongd í landinum.

 

Tíðirnar broytast og vit broytast við

Tað tykist sum serliga seinastu tíggju árini hava haft eina stóra broyting við sær í Føroyum í mun til, hvat vit brúka summarið upp á, og hvussu vit brúka tað. Vit eru vorðin alt meir tilvitaði um allar teir nærum óendaligu møguleikarnar vit hava. Vit eru sanniliga eisini vorðin nógv meir tilvitaði um, hvussu vit halda frí. Vit hava meir persónligt tilfeingi og hollari vitan um egnar tørvir, rættindi og um hvat heimurin hevur at bjóða, og vit hava fingið nógv størri dirvi til at fara. Samstundis er tað eisini líkt til, at fíggjarstøðan hjá fólki loyvir okkum meir enn hon gjørdi fyri fáum árum síðan.

Vit hava óteljandi ferðamøguleikar, heima og úti, og um teir ikki verða nýttir, er kenslan av at vera øðrvísi, av ikki at vera við í pulserandi lívinum nærliggjandi. Hvønn dag síggja vit hesar møguleikar. Um ikki í veruliga lívinum, so í tykisheiminum.

Møguleikarnir liggja jú beint framman fyri okkum, og tað gera lánini í bankanum eisini.

 

Ferðamøguleikarnir úr Føroyum eru sanniliga eisini vorðnir betur. Vit kunnu flúgva beinleiðis til nógv fleiri ferðamál enn bert fyri fáum árum síðan. Til dømis kunnu vit ferðast beinleiðis til eksotisk støð sum Barcelona og Mallorca. Vit kunnu fara úr Vágum til Aberdeen og til Reykjavíkar, umframt til góða, gamla Danmark. Samstundis sum heimurin er komin nærri at okkum, óttar byrja at hvørva, og vit eru at roknað sum heimsborgarar, ið ferðast frítt kring alla verðina, so at siga, veksur frælsiskenslan men samstundis eisini óttin fyri ikki at upplivað tað, ein fegin vildi, ella kanska tað, ein heldur ella veit, øll onnur upplivað.

 

Ferðast í egnum landi

Umframt at verða vorðin betur at ferðast uttanlands, eru vit samstundis vorðin nógv meir tilvitaði, og tí eisini raskari til at ferðast í egnum landi, og hetta sæst týðiliga aftur í miðlum og millum fólkið. Tað tykist sum vit duga betur at virðismeta og raðfesta allar tær upplivingar, Føroyar hava at bjóða íbúgvum sínum í øllum aldursbólkum. Tað sær út til, at vit hava tikið við læru frá londunum rundan um okkum og frá rákinum í vesturheiminum, ið dúgliga lænir frá eysturlendsku lívsfilosofiunum og sjálvhjálpsbókum og síðan blandar alt saman í ein penan form, ið eitur: Tað er mín mannarættur at ferðast, at uppliva, at liva.

Hetta er meir enn gleðiligt, tí lívið eigur sjálvsagt ikki bert at vera arbeiði 24/7. Als ikki.

Vit duga betur at halda frí, at njóta løturnar, at taka okkum tann framíhjárættin tað er at hava feriu saman við børnum, makum ella bara við einum sjálvum í einingi. Vit hava lært at koplað úr. At njóta lívið. At slappað av. At liva. At kenna lívið. At vera til. Bara at vera til.

 

Frá bygd til bý

Útvarpið sendir frá ymiskum støðum í landinum í teim mongu populistisku sendingunum, ið eru á skránni á sumri. Lagið á vertunum er gott, meðan tey greiða frá, hvat hvør oyggj hevur at bjóða. Góða lagið smittar. Tey tosa við fólk, sum siga frá teim sereyðkennum, teirra stað hevur at bjóða, og tú fær sum lurtari eitt heilt annað innlit í Sandoynna, enn tú hevði áður. Tú gerst forvitin. Tú fær kanska hug at vitja øll hesi støðini í veruleikanum. At síggja alt hetta, tú hoyrir um, við egnum eygum. Tú fær hug til at fara til fjals og í fjøru. Hug til at vitja serstøk pláss, býlingar og hús kring landið. Tú fær hug til at uppliva, til at vera ein partur av øllum hesum manga, ið er til taks beint framman fyri tær. Tú upplivur, tú tekur myndir, tú leggur myndir út, tú fær likes.

 

FOMO

Sosialu miðlarnir eru á tremur við lýsingum um ymiskar konsertir, framsýningar, kabarettir, leikir, fyrilestrar, fólkafundir, gongutúrar, sight-seeing møguleikum, og innbjóðingarnar til øll hugasandi events á Facebook tikkað inn við bert fáum minnuttum ímillum. Hartil koma allar myndarøðinar frá teim hendingum, ið fara framm, meðan tær henda. Hesar eru eru óteljandi í hesum talgildu døgum. Tú er við, hóast tú ikki er við í veruleikanum, tí tú sær frítíðarmyndirnar hjá grannanum av strondini í Spania, tú sær myndarøðir av sandinum í Gøtu av G!

- Tú er ein partur av fjøldini, uttan at vera tað. Tú roynir at tjekka út, men tað tykist trupult. Tú er ein partur av tí, ið fer framm, hóast tú ikki er har í veruleikanum. Hóast har er ein skermur ímillum teg og tey. Tú er eitt sindur sum Jørgen Frantz Jacobsen, tá hann lá illa sjúkur í songini av tuberklum einsamallur í lítla kamarinum á Regensen og lurtaði, meðan hini høvdu tað so stuttligt sum aldri áður.

– Besta veitsla, hann nakrantíð hevði verið í, skrivar hann við sorgblídni.

Og tað er við sorgblídni, at vit mugu viðurkenna, at vit eru við allatíð og ongantíð. Vit eru vorðin ein talgild verð, sum eg og nógv onnur lovprísa, tí hon er fantastisk, full av møguleikum, samansjóðing og samanhaldi, sambandi, gleði og rómi og av misnýtslu og óttanum fyri at ganga glipp av onkrum av týdningi. Áh, øll hesi tvíeggjaðu svørini. Hvat er at gera við tey? Tey draga og lokka, og spæla við okkara tørv á samanhaldi og felagsskapi, hóast tey samstundis fáa okkum at ynskja okkum aftur til tíðir, tá telefonin hevði leiðning ella bara var til at senda sms við. Ella kanska fáa okkum at ynskja okkum eitt stað, har okkara summarfrítíð ikki skuldi dokmenterast og skjalprógvast og var mett eftir, hvussu nógv likes hon fekk.

 

Upplivingar til sølu

Upplivningarbúskapurin tykist at vera upp á sítt hægsta í Føroyum í løtuni. Hesin búskapur er defineraður við, at størsti parturin av búksparmenningarmøguleikunum í dag liggur í at framleiða og selja upplivingar, heldur enn rávørur ella kropsligt arbeiddar handilsvørur sum áður. Framleiðsla og handilsvirksemi, ið selir upplivingar, stendur fyri einum vaksandi parti av bruttotjóðarúrtøkuni hjá londunum í vesturheiminum, og hetta sæst eisini í Føroyum.

Tiltøkini eru so mong, at tú ikki røkkir tey øll, og kanska hevur tú heldur ikki ráð til at fara til alt, tú kundi hugsa tær, tí tey eru so dýr. Ein kundi freistast til at sagt, at tað er farin inflatión í upplivingar í Føroyum, tí øll kappast um viðskiftafólkið, ofta við tí úrsliti, at virksemið ikki ber seg, tí øll skulu selja trillitráð. Samstundis skapa allar hesar upplivingar ein hug og ein tørv í mongum um at vera við, har tað hendir. Men hvat við teim mongu, sum ikki megna at vera við av fíggjarligum, persónligum ella øðrum orsøkum? Hvat við teim, ið ikki hava eitt starv, tey hava feriu frá, og tískil ikki teir pengar, ið skulu til fyri at uppliva alt tað, hini uppliva? Hvørji eru tey í okkara heimi av í dag, har tað at vera ein sjónlig sukkse, eitt menniskja, ið er við í tilverunar meldri er lig við eitt væleyndað menniskja, eitt væleydnað lív? Tí tørvin á viðurkenning hava vit øll, men er hesin tørvur ikki við at gerast ein tørvur, ið í alt størri mun verður nøktaður og vístur við einum skermi ímillum okkum?

Tað tyskist samstundis, sum óendaligu tilboðini, upplivingarnar á ein løgnan hátt hava lyndið til at møða fólk. Og at tey skapa eina løgna, stokkuta kenslu í mongum. Tað, at gleða seg til eitt ávíst tiltak ella hending er gott, men hvat so aftaná? Hvat er at gera við hesa tómu kensluna, ið fyri mong kemur í kjalavørrinum á til dømis eini ferð, einum festivali, jólaaftan ella eini feriu. Hvør er hesin tómleikin og hvaðani stavar hann?

 

Útfasing

Kenslan av at okkurt er liðugt, útfasað, er, fyri tey flestu, ongantíð góð. Hon er sum áður nevnt ofta full av tómleika og ber brá av, at tað helst átti at verið meir av hesum fýrverki í gerandisdegnum. At tilveran kanska kundi verið øðrvísi. At tað kanska hevði verið deilitt, um frítíðin ikki skuldi verið hon, ið vakti okkum og vísti okkum á, at vit leingjast eftir onkrum øðrum ella eftir onkrum meira. Ella er tað fínasta slag, at summarið er á tremur við litum og gleði, eitt yvirflødigheitshorn, sum danin rópa tað, fyri síðan at vera eitt miksmaks av gráum døgum fyri rest?

Eigur tað at vera so, at tað er tá vit hava frí, at vit kenna okkum mest livandi, ella átti okkara summarferiulandsmentan at víst okkum á, at vit kanska áttu at skipað okkum eitt sindur ørðvísi? At tað kanska hevði verið eitt hugskot at broytt okkurt í lívinum hjá okkum sjálvum, ella kanska at roynt at skipað alt samfelagið á aðrar háttir, so lívið bleiv eitt sindur meir feriukent eitt sindur oftari. Ella er hetta summarfrítíðarresið bert ein ”avleiðing” av tí at vera íbúgvi í vesturheiminum, har prísurin, vit gjalda fyri at halda frí við øllum teim hentleikum vit eiga, keypa ella lána okkum til er at mong, ikki øll, fara til verka í einum starvi, tey ikki trívast í, har tey oman á tað heila eru meginpartin av teirra vaknu tíð, alt árið á tamb, so at siga?  Eitt lív, har mánadagurin og endin á frítíðini er ein hóttan, ikki ein gleði? Eitt lív, ein helst aldri hevði lagt á Facebook, tí sannlíkindini fyri at fáa pínliga fá likes eru rættuliga stór? Og um tú skal vera heilt erlig/ur, so hevði tú helst heldur ikki likað eitt slíkt lív, tí tað sær jú ikki serliga spennadi ella fancy út.

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen
”Den er helt gal med Anna”

”Den er helt gal med Anna”

Tá Anna arbeiddi sum fangavørður, varð hon mett sterk og óttaleys. Men í loyndum stríddist hon við álvarsama strongd

Author image Marita á Rógvi

Meira langlesnaður