Sirið Stenberg: Vit kunnu ikki stinga høvdið í sandin  

2016-06-30 09:47 Author image
Dimma

- Støðan í sjúkrahúsverkinum er so kritisk, at vit kunnu ikki longur stinga høvdið í sandin. Vit noyðast at viðgera hendan spurningin um eina leiðslu fyri alt sjúkrahúsverkið í Føroyum sakliga og fakliga.

Soleiðis sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við heilsumálum, nú tann brennandi spurningurin aftur hevur sett eld í kjakið um, hvør leikluturin skal vera millum Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús.

Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið leggur upp til, at ein felags sjúkrahúsleiðsla verður skipað fyri øll trý sjúkrahúsini, har tað er "ein stjóri sum hevur yvirskipaða ábyrgd fyri øllum virkseminum í sjúkrahúsverkinum".

Tað gjørdist júst so sum tað plagar. Blekkið á frágreiðingini, sum landsstýriskvinnan fekk handað týsdagin, var nóg illa turt, so komu politikarar fram og skutu hana niður, tí hon vil broyta bygnaðin við sjúkrahúsum í Føroyum. Politikarar óttast fyri, at teirra lokala sjúkrahús missir sína støðu, og at alt av týdningi fer til Havnar.


Tingini hava flutt seg

Sirið Stenberg heldur, at heilsuverkið má skipast undir einum, skal tað bjargast.

- Vit noyðast at viðgera hendan spurningin. Um vit vilja tað ella ikki, er støðan sera álvarsom í sjúkrahúsverkinum. Eg havi sjálv verið kritisk ímóti at hava eina leiðslu, og eg kann ikki siga, hvat tað blívur til, men tingini hava flutt seg, sigur Sirið Stenberg, sum heldur tað vera eina gongda leið.

Landsstýriskvinnan vísir á, at áður hevur spurningurin um eina leiðslu á sjúkrahúsinum staðið einsamallur. Nú stendur hann saman við 20 øðrum tilmælum, sum vísa á eina gongda leið fyri, hvussu sjúkrahúsini skipa eitt skilagott og skynsamt arbeiðsbýti.

Í frágreiðingini sæst, at tað eru leiðsluumboðini fyri Landssjúkrahúsið og Suðuroyar sjúkrahús, sum ynskja eina felags leiðslu við einum stjóra fyri alt sjúkrahúsverkið. Umboðini fyri Klaksvikar sjúkrahús ynskja aðra loysn.


Virksemi heldur fram

Hóast tú skuldi trúð tí, út frá politiskum viðmerkingum, er als eingin ætlan um at niðurlaga smærru sjúkrahúsini, sambært menningarætlanini. Arbeiðssetningurin gjørdi greitt, "at sjúkrahúsviðgerð framhaldandi skal veitast á hesum trimum sjúkrahúsunum. Hetta er ein fortreyt fyri menningarætlanina." 

Serfrøðingabólkurin hevur tó víst á nógv avgerandi viðurskifti, sum ikki bara seta spurnartekn við, um verkið verður rikið skynsamt, men í eins stóran mun, um tað letur seg gera at hava eitt sjúkrahúsverk á fremsta stigi við verandi bygnaði. Sirið Stenberg heldur, at tíðin er komin at lurta eftir sakkunnleikanum.

- Vit mugu koma burtur frá, at tað er politikarar, sum forða fyri, at nakað hendir. Vit mugu loyva fakligheitini koma framat, so at heilsuverkið kann bjargast. Nógv tann størsti parturin av serfrøðingum, starvsbólkum og leiðslupersónum heldur, at tað er tað rætta at arbeiða móti einari leiðslu, og tí mugu vit lurta, sigur Sirið Stenberg.

Kanningin vísir, at meðan Landssjúkrahúsið er overvað, er ov lítið virksemi á Klaksvíkar- og Suðuroyar sjúkrahúsi. Fyri tað er eingin grund at óttast, at smærru sjúkrahúsini hvørva; endamálið er at skipa sjúkrahúsverkið betur, sigur Sirið Stenberg.

- Frágreiðingin leggur upp til, at tað verður fult virksemi á Suðuroyar sjúkrahúsi og Klaksvíkar sjúkrahúsi, samstundis sum Landssjúkrahúsið verður avlastað. So smærru sjúkrahúsini hava einki at óttast, tí tey skulu í veruleikanum styrkjast. Vit skulu hava opnar bíðilistar, vit skulu samskipa arbeiði og viðgerðir betri, og vit skulu tryggja fakligheitina og tryggleikan, sigur Sirið Stenberg.

 

Sirið skal standa sína roynd

Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein roynd verður gjørd at savna leiðsluábyrgdina á einum stað. Seinastu tvær royndirnar í 2008 og síðan í 2011 at seta eina felags leiðslu fyri tey trý sjúkrahúsini – hava ikki fingið undirtøku og eru tí dotnar niðurfyri í politisku skipanini.

Tað ætlar Sirið Stenberg skal vera øðrvisi hesa ferð. 

- Støðan er sera álvarssom og kritisk, men tingini hava eisini flutt seg. Vit politikarar hava eina ábyrgd at taka spurningin um heilsuverkið upp sakliga og fakliga. Hetta snýr seg um at optimera samlaða heilsuverkið. Hetta snýr seg at gagnnýta tilfeingið betur. Hetta snýr seg um at skipa eitt greitt ábyrgdarbýti, sigur Sirið Stenberg.

Aðrir landsstýrismenn, sum hava roynt tað, ið Sirið Stenberg nú fer undir, hava mist høvdið av at seta knívin í tann brunasjúka búldin, sum sjúkrahúsbygnaðurin er. Sirið Stenberg fer nú at kalla politiska fylgibólkin innaftur at finna eina loysn, og har sleppur hon veruliga at royna seg.

Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið mælir til, at arbeiðið verður gjørt í heyst, soleiðis at ein leiðsla fyri alt sjúkrahúsverkið kann virka frá 1. januar 2017.

 

   

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður