Sirið fegnast um at Tórshavnar kommuna vil betra um hølisviðurskiftini hjá kommunulæknum

Sirið fegnast um at Tórshavnar kommuna vil betra um hølisviðurskiftini hjá kommunulæknum

2017-11-28 08:50 Author image
Innsent

Sirið fegnast um at Tórshavnar kommuna vil betra um hølisviðurskiftini hjá kommunulæknum

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur á fundi í dag við Anniku Olsen, borgarstjóra, umrøtt hølisviðurskiftini hjá kommunulæknunum í Havnini. Báðar eru samdar um at virka fyri at finna eina loysn á kommunulæknatrotinum í Havn.

“Tað hevur stóran skund at Tórshavnar kommuna útvegar nýggj viðtaluhølir til komandi kommunulæknar og betrar um hølisviðurskifti hjá teimum kommunulæknum, sum ikki hava nøktandi hølisumstøður", sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í viðmerking.

Samstundis verður arbeitt miðvíst við at fáa fleiri kommunulæknar til starv í høvuðsstaðnum og harvið betra um tænasturnar til borgararnar. Í hesum sambandi er økið uppnormerað í 2017. Í løtuni verður lýst eftir trimum kommunulæknum í Havnini, og er umsóknarfreistin 1. desember.

Í 2018 verður økið eftir ætlan aftur uppraðfest, tá ein kommunulækni afturat fer at verða settur í starv í Tórshavn. Hetta starvið verður lýst leyst, so skjótt sum kommunan hevur útvegað hóskandi hølir til nýggja læknan.

Orsøkin til, at Sirið Stenberg hevur umrøtt hølisviðurskiftini hjá kommunulæknum við borgarstjóran er, at hølisviðurskiftir og rakstur av teimum hoyra undir kommunurnar. Sirið Stenberg fegnast um, at Tórshavnar kommuna sigur seg vilja fara at arbeiða við málinum.

Eins og ført hevur verið fram so hava umleið 225 borgarar í Havn í løtuni ongan kommunulækna. Heilsutrygd arbeiðir við at fáa hetta loyst. Í teimum viðtalum har eingin kommunulækni er í føstum starvi verða viðtalurnar mannaðar við avloysarum. ​

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen
”Den er helt gal med Anna”

”Den er helt gal med Anna”

Tá Anna arbeiddi sum fangavørður, varð hon mett sterk og óttaleys. Men í loyndum stríddist hon við álvarsama strongd

Author image Marita á Rógvi

Meira langlesnaður