Heimatíðindi

Sinnisbati fingið nýggja nevnd

Á myndini síggjast frá vinstru fremst: Marjun Hentze, Róa Midjord, Thomas Thomassen. Aftast frá vinstru: Margretha Poulsen, Erla Matras Jensen, Ragnar Petersen, Súsanna Olsen, Beinta Sivertsen Hentze og Vida A. Højgaard.

Á myndini síggjast frá vinstru fremst: Marjun Hentze, Róa Midjord, Thomas Thomassen. Aftast frá vinstru: Margretha Poulsen, Erla Matras Jensen, Ragnar Petersen, Súsanna Olsen, Beinta Sivertsen Hentze og Vida A. Højgaard.

2018-03-08 12:45 Author image
Innsent

Mikukvøldið 21. februar var árligi aðalfundurin hjá felagnum Sinnisbata, áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra.

Forkvinna Róa Midjord helt eina formansrøðu, sum kann lesast á heimasíðu felagsins.

Róa tosaði millum annað á, at 2017 hevur verið eitt sera virkið ár fyri Sinnisbata bæði so og so. Vit hava verið í fleiri arbeiðsbólkum og skipað fyri fleiri stór tiltøk eitt nú 35 ára føðingardagshaldi, sum var 27. mai í Perluni og í Reinsarínum um kvøldið.

"10. oktober høvdu vit afturvendandi tiltakið, Altjóða Sálarheilsudagur. Í 2017 bleiv tað eitt nógv størri tiltak enn áður. Fleiri stovnar og feløg vóru boðin við sum samstarvsfelagar. Har vóru: Gigni, Dugni, Blái Krossur, Reyði Krossur, Fólkaheilsuráðið, Kringvarp Føroya (Røddin), Almannaverkið, KRIS, Fountainhúsið, psykiatriski depilin, Heilsurøktarafelagið og Rachel’s Vineguard. Tað bleiv eitt stórt tiltak í Østrøm í Havn, har fleiri fyrilestrar og tónleikur vóru. Har vóru eisini básar, har fólk kundu fáa kunning um feløg og stovnar. Hugsanin aftanfyri var at skapa eina heildarmynd av psykiatriska økinum á øllum økjum, ikki bara í mun til viðgerð. Har vitjaðu omanfyri 500 fólk ígjøgnum dagin. Sum nakað nýtt handaðu vit fyrstu sálarheilsuvirðislønina til ein ella fleiri, sum hava gjørt nakað serligt í mun til sálarheilsu. Tað bleiv Martin Kúrberg sum fekk heiðurin."

Á aðalfundinum bleiv nýggj nevnd vald, og hevur skipað seg soljóðandi:

Róa Midjord: Forkvinna

Marjun J. Hentze: næstforkvinna

Tummas Tomassen: Kassameistari

Súsanna Olsen: Nevndarlimur

Ragnar Petersen: Nevndarlimur

Erla Matras Jensen: Nevndarlimur

Beinta Victoria Sigvardsen Hentze: Nevndarlimur
 
Tiltakslimir í felagnum gjørdust: Vida Akselsdóttir Højgaard, Margreta Poulsen og Sofie Buchhave.

Jana Mortensen, Anna Nolsøe Joensen, Olga Maria undir Skarði og Regin Jóanesarson stillaðu ikki uppaftur. Vit takka stórliga fyri teirra arbeiði í nevndini.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður