Mentan

Sigrun Gunnarsdóttir sýnir fram í Keypmannahavn

Sigrun Gunnarsdóttir

Sigrun Gunnarsdóttir

2019-09-24 14:42 Author image
Terji Beder

Leygardagin 21. septembur var fernisering við føroysku listakvinnuni Sigrun Gunnarsdóttir á Møntersgade 10 í Keypmannahavn. Listaframsýningin, sum kallast ”Det store I det små”, verður hildin á Galleri Sct. Gertrud fram til 5. oktobur. Sýningin er ókeypis at vitja, og fevnir um 18 oljumálningar, sum allir eru til keyps.

Sigrun Gunnarsdóttir (f. 1950) telist millum Føroya mest framsøknu listafólk úti í heimi. Um hennara list kann sigast, at hon brýtur frá nógvari av tí siðbundnu føroysku listini, sum vit annars kenna, og arbeiðir nógv við symbolikki og metaforum í hennara verkum. Nøkur av hennara eyðkennum er at mála stórar hendur og føtur, fuglar og smá hús.

Hon hevur havt sýningar í øllum Skandinavia, pørtum av Evropa, og hevur eisini rokkið so langt sum bæði Japan og Kina. Í Føroyum hevur hon prýtt fleiri bygningar, bæði kirkjur og skúlar – herímillum eina av trappugongdunum á Glasi og er eisini við til at prýða nýggja tilbygningin á Landssjúkrahúsinum.


Fakta

Fødd (1950) og uppvaksin á Eiði

Útbúgvin á Glyptoteket, Drawing Academy (1971-1973) og the Royal Danish Academy of Fine Arts (1973-1980)

Arbeiðir við surrealismu, naivismu og symbolismu

[object Object]

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður