Heimatíðindi

Signar í Homrum og borgarfundur í kvøld

Mynd: Skúlin við Løgmannabreyt

Mynd: Skúlin við Løgmannabreyt

2018-02-21 10:15 Author image
Jákup Højgaard

Í kvøld verður aftur borgarafundur um bústaðarpolitikkin í Tórshavnar kommunu. Hetta er annar fundur av trimum. 

Byrjað verður kl. 19. Tá er kaffi klárt, og Signar í Homrum fer at spæla nøkur løg. Síðani fer Annika Olsen, borgarstjóri, at siga nøkur orð, áðrenn ein stuttfilmur um bústaðarpolitikkin í Havn verður sýndur. 

Eftir filmin leggur forkvinnan í býar- og byggiskipanevndini, Marin Katrina Frýdal, fram um  bústaðarpolitikkin. Síðani fáa áskoðarnir møguleikan at kjakkast, tá orðið verður frítt. 

At enda við tekur Marin Katrina Frýdal samanum og greiður frá, hvussu kommunan ætlar sær at arbeiða framyvir.

Triði og seinasti fundurin um búðstaðarpolitikkin í Havn verður týskvøldið 27. februar í Skúlanum á Argjahamri.

Kelda: torshavn.fo

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður