Enn ber ikki til at síggja myndir úr Føroyum á heimskenda Google Street View, sum annars hevur gøtu- og staðarmyndir úr øllum heimshornum. Tað skuldi okkurt gerast við helt Durita Dahl Andreassen, sum stovnaði sær ein blogg, við tí endamáli at fáa Google at umhugsa Føroyar.
Á blogginum hjá Duritu, sigur hon, at fleiri at vakrastu støðunum í landinum ikki eru atkomulig við bili og tí er seyður eitt upplagt val at vísa Føroyar á besta hátt.
Úrslitið varð at eitt lítið filmstól varð fest á ryggin á seyðinum, ið nú rennur leysur í haganum, men á blogginum hjá Duritu ásannar hon, at enn er eingin loysn funnin, hvussu tey skulu fáa fatur aftur á filmstólinum. Í løtuni ber til at síggja myndir úr fýra ymiskum hagum. Hygg her
Filmsbrotið hevur longu fingið umtalu í heiminum, millum annað skrivaði The Guardian um Sheep View á heimasíðu síni fyri løtu síðani.
Hygg at Sheep view 360 her