Uttanlands

"Sex and the City"-stjørna vil verða guvernørur i New York

Mynd: EPA/GREGOR FISCHER

2018-03-19 22:44 Author image
Alda Nielsdóttir

Sjónleikarinnan Cynthia Nixon kunngjørdi í einum sjónbandi á Twitter, at hon stillar upp til val í New York. "Okkara Leiðsla hevur svikið okkum, vit eru nú mest ójavni staturin í landinum", sigur hon.

Tey flestu kenna hana úr amerikonsku sjónvarpsrøðini "Sex and the City", har hon spælir sakførarin Miranda, ið saman við vinkonunum Carrie, Samantha, og Charlotte slatra, shoppa, og hugna sær við mannfólki í amerikanska stórbýnum New York.

"New York er mítt heim, eg havi ongantíð búð aðrastaðni", sigur hon í sjónbandinum har hon bjóðar demokratiska guvernørinum Andrew Cuomo av. Hann hevur sitið í sessinum síðan 2011.

"Okkara leiðsla hevur svikið okkum. Vi eru nú mest ójavni staturin í landinum, við bæði ótrúligum ríkidømi og ekstremum fátækradømi. Helvtin av børnunum í okkara "upstate" býum liva undir fátækramarkinum. Hvussu kundu vit lata tað henda", sigur hon í sjónbandinum.

Umframt arbeiðið sum sjónleikarinna hevur 51 ára gamla Cynthia Nixon gjørt vart við seg við at stuðla almennar útbúgvingarstovnar, við at stuðla rættin hjá samkyndum at giftast og sum talskvinna fyri bróstkrabbafelagnum "Susan G. Komen for the Cure". Í 2012 kunngjørdi hon alment, at hon var tvíkynd, og at hon sjálv var rakt av bróstkrabba millum 2006 og 2008.

Í heyst skulu demokratar í New York avgera, um tey ynskja Nixon sum demokratiskt valevni til guvernørsessin. Ein meiningakanning vísir tó, at 66 prosent stuðla Andrew Cuemo og at bert 19 prosent stuðla Cynthia Nixon.

Sjónbandið hjá Nixon kann síggjast her.

Kelda: Politiken

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður