Heimatíðindi

SEV fer undir royndarverkætlan við sjóvarfalsorku

2018-11-12 11:56 Author image
Turið Justinussen

Samstarvsavtalan snýr seg um uppseting, verkseting og rakstur av tveimum Minesto Deep Green 100 turbinum, eisini nevndir sjóvarfalsdrekar. Teir skulu festast í havbotnin í Vestmannasundi og so statt vinna elorku úr sjóvarfallinum, ið er har

Elorkuframleiðslan hjá einum sjóvardreka er mett at vera áleið 100kW. Elorkan verður vunnin á tann hátt, at sjóvardrekarnir flyta seg við streyminum í eitt stórt áttatalsmynstur, stýrdir av einum róðri og eini stýrisskipan. Teir eru útgjørdir við eini turbinu, sum er fest undir ein vong, og lutirnir, ið eru lættir og lítlir, kunnu lætt skiftast út.

Nágreiniliga funktiónin hjá sjóvardrekunum sæst í filmsbrotinum omanfyri.  

SEV hevur bundið seg til at keypa elorkuna, sum turbinurnar framleiða, og at veita neyðuga undirstøðukervið, eitt nú netsamband, umframt at útvega neyðug loyvi.

Fyrireiking av royndarøkinum í Vestmannasundi er byrjað, og orsøkin til man júst hevur valt Vestmannasund sum tað fyrsta ítøkiliga økið, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari á SEV vera, at elkervið er lætt atkomuligt, og rákið er passaligt til hesa tøknina.

- Um tað gongur væl, fer man sjálvandi at royna hetta aðrastaðni, sigur hann.

Miðja móti 100 prosent burðardyggari elorku
SEV hevur sett sær fyri at røkka 100 prosent burðardygga elorku í 2030, og turbinurnar hjá Minesto eru eitt týðandi stig á leiðini. Fyrsta turbinan verður væntandi sett upp um áramótið 2019 og 2020. Seinna Deep Green turbinan verður sett upp í 2020. Verkætlanin er fíggjað partvíst av Minesto og SEV og partvíst av almennum grunnum.

Samstarvið er fyrsti partur av eini størri ætlan at fáa enn størri nøgdir av sjóvarfalsorku frá Green Deep tøknini til føroysku samansetingina av burðardyggari elorku, tað vil siga áleið 30-70 MW installeraðum framleiðslumátti.

- SEV hevur leingi tosað um sjóvarfalsorku, og vit hava luttikið á fleiri ráðstevnum, har vit hava tosað við veitarar. Tí er hetta samstarvið komið í lag, sigur Terji Nielsen og leggur afturat:
- Vit gera mátingar og annað kanningararbeiði fyri at hava tað tøkt til møguligar framleiðarar og veitarar. So kunnu teir koma higar at royna tað.

Slóðbrótandi havorkutøkni
Minesto er ein svensk fyritøka, sum mennir havorkutøkni, og sum hevur til endamáls at minka um umhvørvisávirkanina, sum orkuídnaðurin hevur á heimin. Hetta verður gjørt við at menna møguleikar at vinna orku úr havinum. Minesto hevur patent uppá og hevur vunnið virðislønir fyri Deep Green tøknina og er so statt millum fremstu mennarar innan havorkutøknina.

Forstjórin í Minesto, Dr. Martin Edlund, sigur soleiðis um samstarvið:
- “Vit eru sera fegin um at hava skrivað undir hesa avtaluna við SEV, sum er ein framkomin samstarvspartur við slóðbrótandi ætlan um orkuskifti og við sjóvarfalsorku í heimsflokki. Við tøknini hjá Minesto fer at bera til hjá teimum at leggja afturat støðuga og bíliga burðardygga orku, sum kann gerast ein týðandi partur í skiftinum hjá Føroyum til 100 prosent burðardygga elorku á landi í 2030”

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, fegnast eisini um samstarvið:
- “Sum avbyrgt oyggjasamfelag hava vit ikki møguleika at keypa elorku frá grannalondum okkara. Vit hava fyri neyðini sjálvi at skapa møguleikarnar fyri eini burðardyggari framtíð, og arbeiða vit í SEV tí støðugt við at tillaga koyriætlanina fyri at røkka málinum um 100 prosent burðardyggari elorku á landi. Saman við ráðgevarafelagnum Rák hevur SEV í eitt ár arbeitt við at kanna rákviðurskiftini í Føroyum, tí sjóvarfalsorka á einum rímiligum kostnaðarstøði kann vísa seg at verða ein týðandi partur av samansetingini. Vit síggja fram til at kanna hesar møguleikar nærri saman við Minesto og teirra slóðbrótandi tøkni, sum framleiðir elorku úr sjóvarfallinum”

Hetta er ikki fyrstu ferð
Hetta er ikki fyrstu ferð, SEV ger avtalu við útlendska fyritøku um at royna sjóvarfalsorku í Føroyum. Í 2014 gjørdi SEV eina tílíka avtalu við týsku fyritøkuna, Voith, men einki ítøkiligt kom burturúr avtaluni:

- Vit vóru í eini tilgongd, men Voith gavst stutt áðrenn teir, eftir ætlan, skuldu koma til Føroyar við útgerðini, sigur Terji Nielsen.

[object Object]

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður