Serfrøðingur í netbornum lortaspannum vitjar

Serfrøðingur í netbornum lortaspannum vitjar

2017-11-23 11:33 Author image
Emil Jacobsen

Fríggjadagin 26. januar 2018 verður Ársins Leiðaradagur hildin á Hotel Føroyum, og ein av gestunum hesaferð verður William Atak, sum fyrireikararnir siga, er “serfrøðingur í netbornum lortaspannum.”

Talan er um tað, sum eisini verður rópt “shitstormur”, og sum er eitt annað orð fyri atfinningar og vánaliga umrøðu av einum ávísum máli, sum oftast á internetinum.

Eyðkennið fyri ein “shitstorm” – ella eina netborna lortaspann – er, at í fyrsta lagi er ein rúgva av vanligum fólki, sum eitt nú á Facebook spillir fyritøkuna út, og í øðrum lagi taka stóru miðlarnir yvir og krevja svar og frágreiðing frá fyritøkuni ella felagnum, sum fær lortaspannina.

Ofta kunnu netbornar lortaspannir koma óvart á og skaða eina fyritøku, um hon ikki handfer støðuna rætt.

Á Leiðaradegnum fer William Atak at halda fyrilestur og greiða frá dømum um “shitstormar”, og hvussu fyritøkur hava vart seg og hvørjar royndir fyritøkur hava gjørt sær av hesum. Hann fer eisini at greiða frá, hvørji stig ein fyritøka noyðist at taka, so at ringa umrøðan ikki skal rekast á internetinum í áravís.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður