Seksualitetur og fólk ið bera brek

Seksualitetur og fólk ið bera brek

2017-09-10 11:22 Author image
Innsent

Evnið á ráðstevnuni er kynsligur ágangur og sexualitetur hjá fólki, sum bera brek. Í fyrsta lagi er endamálið at staðfesta, at fólk, sum bera brek, eisini hava rætt til eitt kynslív. Í øðrum lagi staðfesta vit, at fólk, sum bera brek, kunnu vera í størri vanda fyri at vera fyri kynsligum ágangi.

At fólk, sum bera brek, eru fyri ágangi, vita vit. Gransking aðrastaðni vísir, at hesi fólk eru í størri vanda fyri ágangi, enn onnur fólk. Og samstundis fáa tey minni stuðul, eftirsum vit hava lyndi til at síggja skerda førleikan ella brekið, heldur enn sjálvan ágangin.

Tað er trupult at tosa um kynsligan ágang og annan harðskap. Uppaftur truplari vísir tað seg at vera, tá viðkomandi, sum er fyri ágangi, ber eitthvørt brek. Tí skipar Almannamálaráðið/Sig frá, saman við Nordisk Velfærdscenter, fyri slóðbrótandi norðurlendsku ráðstevnuni, sum skal varpa ljós á hesi viðurskifti.

Um 20 fólk úr øllum Norðurlondum hava framløgur og fyrilestrar um mong ymisk evni, sosum kynslív og brek, kynslív og persónligur stuðul, rættindi, skyldur og fyribyrging. Á ráðstevnuni verða eisini nýggir filmar og undirvísingartilfar lagt fram.

Ráðstevnan er í 2 dagar. Fyrra dagin er fokus serliga norðurlendskt, og seinna dagin serliga føroyskt.

Skráin fyri ráðstevnuna sæst í HER

Ráðstevnan er skipað sum eitt av átøkunum í Heildarætlan um kynsligan ágang. Les meira um heildarætlanina her

Ráðstevnan er fullteknað, men tað ber til at fylgja við kortini, tí hon verður stroymd. Leinki er at finna á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum, www.amr.fo

Vilja tit vita meira um ráðstevnuna, eru tit vælkomin at ringja: Doris Bjarkhamar, 734036, ella Elin Winther Poulsen, 734055.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður