Seks ungir tónleikarar skulu til London

Seks ungir tónleikarar skulu til London

2017-11-08 12:17 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Altjóða tónleikaverkætlanin, On Mass, verður fyriskipað av Roundhouse í London, í samstarvi við Norðurlandahúsið og mentanarstovnar í India, Palestina og Brasil.

180 ungir tónleikarar og sirkusartistar, frá øllum heiminum, savnast í Roundhouse í London í eina heila viku, at arbeiða uppá tónleikaverkætlanir. Hetta verður gjørt undir leiðslu av royndum yrkislistafólkum. Verkætlanin endar við einari stórari tónleikaframførslu, ið verður framførd í Roundhouse tónleikasalinum, ið rúmar umleið 1700 fólkum. Heimskendi grammy-vinnarin, Angélique Kidjo, fer at framføra saman við teimum mongu luttakarunum. 

Seks føroyingar eru júst farnir til London, at luttaka í hesari verkætlan. Talan er um Beinir Troest Rasmussen, Rasmus Vigant Samuelsen, Guðrið Patursson, Annika Malunardóttir, Eivin Dam Simonsen og Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge. 

Framførslan verður sunnudagin 12. november kl 19.30 og kann stroymast live á heimasíðuni hjá The Roundhouse (www.roundhouse.org.uk)

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður