SE og HØR-málið: 10 milliónir í bót

2016-08-25 15:04 Author image
Dimma

Rætturin í Glostrup hevur avgjørt, at Miðlafyritøkan Aller Media skal rinda 10 milliónir í bót, og ábyrgdarhavandi leiðararnir hava fingið treytaðan fongsulsdóm.

Tíðindastjórin Lisa Bondesen og redaktiónsleiðarin Kim Bretov fingu hálvt árs fongsul treytað, og tey skulu harumframt gera samfelagstænastu á 120 tímar hvør.

Aller Medier viðurkendi í rættinum at hava brotið revsilógina við at hava keypt kredittkortupplýsingar um kendar danir gjøgnum fleiri ár frá einari ókendari keldu í PBS/IBM. Hesar upplýsingar vóru brúktar sum grundarlag fyri slaturssøgum.

Ákærin kravdu eina bót á ikki undir 15 milliónir krónur. Hann legði dent á, at hetta er eitt álvarsmál, og at bótin skuldi vísa tað, samstundis sum hon skuldi fyribyrgja líknandi málum.

Verjin hjá Aller Medier segði hinvegin, at felagið longu hevði mist nógv av málinum. Upplagið hjá SE og HØR fall beinanvegin við 25 prosentum, tað vóru 26.000 færri bløð um vikuna, og upplagið er fallið spakuliga líka síðan. Sambært Aller kostaði málið felagnum góðar 30 milliónir krónur tað fyrsta roknskaparárið.

Sambært ákæruritinum hevur Aller Media frá 2008-2012 rindað einari loyniligari keldu minst 430.000 krónur fyri viðkvæmar upplýsingar um kend fólk í minsta lagi 662 ferðir. Keldan gav upplýsingar um kredittkortgjaldingar, t.d. hvar goldið var og fyri hvat. Hetta brúkti Se og Hør til at skriva søgur um eitt nú kongshúsið og onnur kend fólk.

Aller er dømt fyri at virka til teldustuldur ella hacking, og at mutra privatar fyritøkur. Serliga er dentur lagdur á, at hetta hevur gingið fyri seg skipað yvir langa tíð.

Líkt er til, at tað hevur verið ein partur av mentanini á blaðnum, tí rætturin fekk innlit í bæði teldupostar og sms, har Aller-starvsfólk – meinigir journalistar, leiðarar og redaktørar – samskiftu sínámillum um samstarv við ”gullkelduna”.

Hetta eru bara fyrstu dómarnir í málinum. Fimm starvsfólk afturat eru ákærd, tey eru Henrik Qvortrup, Kim Hanningsen og Per Ingdal, sum allir hava verið blaðstjórar á SE og HØR. Harumframt eru journalistarnir Kasper Kpping og Ken B. Rasmussen ákærdir, umframt tann sonevnda ”tys-tys-keldan” frá PBS/IBM. Hesir nokta seg allir sekar.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður