Sáttmálin um Skúlan á Fløtum undirskrivaður

Sáttmálin um Skúlan á Fløtum undirskrivaður

2017-05-11 15:36 Author image
Dimma

Tórshavnar kommuna og samtakið Articon – Búsetur Í/F hava skrivað undir høvuðsarbeiðstøkusáttmála fyri bygging av skúlabygningi á Fløtum. Tað upplýsir Tórshavnar kommuna í skrivi sent miðlunum. 17.november 2016 skrivaðu Tórshavnar kommuna, ráðgevarasamtakið Eind Í/F og Samtakið Articon–Búsetur Í/F við undirarbeiðstakarunum P/F Maria Poulsen og Sp/f Install undir partalagsavtalu, og farið var undir fasu 1, har verkætlanin hevur verið gjøgnumgingin og tillagað og endaligi byggikostnaðurin ásettur.

Handverkaraútreiðslurnar í høvuðsarbeiðstakarasáttmálanum eru ásettar til 247 milliónir krónur. Hartil koma aðrir kostnaðir til ráðgeving, innbúgv o.a.

20.des. skrivaðu Samtakið Articon-Búsetur Í/F og Tórshavnar kommuna undir arbeiðstakarasáttmála um jørðarbeiðið til stóru skúlabyggingina á Fløtum. Byrjað var uppá tað arbeiðið í endanum av februar og tað er nærum komið á mál.

Avgrevsturin av økinum var longu framdur í fjør summar, eftir at hakin var settur í 23. mai 2016. Skúlin er teknaður og projekteraður av ráðgevarasamtakinum Eind Í/F.

Sambært tíðarætlanini verður samlaði bygningurin klárur at taka í nýtslu tíðiliga á sumri 2020. Talan er um ein bygning til skúla og frítíðarskúlaendamál, umframt annað mentanarligt virksemi, herundir eina ítróttahøll við áskoðaraplássi.

Í skúlanum koma at vera umleið 850-900 næmingar og eini 100 starvsfólk.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður