Heimatíðindi

SAS sker í túratali hóast tey fáa RNP

2018-11-17 13:35 Author image
Georg L. Petersen

Aftur í vetur hevur SAS valt at seta túratalið niður. Í fjør varð túratalið sett niður úr sjey til fimm dagar um vikuna, men í ár er loyvi givið til bert at flúgva fýra ferðir um vikuna – men kemur ein RNP-góðkenning, so verður túratalið økt við einum túri

– Góðkenning til at brúka RNP-tøknina er av stórum týdningi fyri okkum, so vit kunnu lenda á jøvnum føti við Atlantsflog. Okkara kundar mugu vænta av okkum, at vit kunnu lenda og fara til tíðina, og tí ynskinum vilja vit fylgja, og tá er góðkenningin av størsta týdningi, sigur Mariam Skovfoged, tíðindastjóri í SAS.

Tað var í sambandi við, at vetrarflúgvingin byrjaði í oktober, at túratalið varð sett niður, og tað verður sett uppaftur í mars ella apríl, tá summarflúgvingin byrjar aftur.

– Vit hava millum annað sett túratalið niður vegna vantandi eftirspurning, men eisini tí vit mangla RNP-góðkenningina, sigur tíðindastjórin í SAS.

Men hvat hendir so, um SAS hevur RNP-tøkni komandi vetur? Fara tit so aftur at skerja túratalið tá?

– Tað er ov langt skotbrá til at siga nakað um tað. Okkara ambitión er at flúgva, um fólk ynskja at flúgva við okkum. Eru tað ferðafólk, so flúgva vit tí tað er útboð og eftirspurningur sum stýra. Men kemur RNP-tøknin, so vænti eg eisini, at fleiri føroyingar fara at flúgva við okkum, sigur tíðindastjórin.

Les meira HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður