Heimatíðindi

SAS økir túratalið komandi summar

2018-11-19 15:12 Author image
Turið Justinussen

Eftir júst at hava boðað frá, at vetrarflúgvingin er skorin niður frá sjey til fýra túrar um vikuna kunngerð SAS, at felagið summarið 2019 fer at hava níggju túrar um vikuna frá Keypmannahavn til Føroyar

Sambært check-in.dk fer SAS komandi summar fer at flúgva níggju túrar frá Keypmannahavn til Vágar um vikuna. Sostatt verður kapasitetin øktur við nærum 30 prosentum. 

SAS-leiðin frá Keypmannahavn til Vágar varð sett í gongd í endanum av mars í fjør, og kom í harða kapping við Atlantic Airways, sum í mong á var einasti leikari á vøllinum.

Tað letur tó til, at SAS hevur fingið fótafesti á rutuni, í øllum førum um summarið, tá eftirspurningurin er størstur. Í høvuðsárstíðini frá viku 27 til viku 32 økir SAS ein eyka túr mánadagar og hósdagar afturat tí dagliga túrinum frá Keypmannahavn um middagsleitið.

Teir eyka túrarnir eru lagdir inn í ferðsluskipanina við fráferð frá Keypmannahavn kl. 18.45 og heimferð kl. 20.50 lokala tíð frá Vága Floghavn. Tað er áhaldandi Airbus A320neo, ið avgreiðir hesa norðuratlantsleið.

- "Vit uppliva stóra undirtøku og eftirspurning til Føroyar, og tískil økja vit tilboðið í summartíðini. Føroyar er eitt attraktivt ferðamál, sum nógv ferðafólk uttan fyri Europa ynskja at uppliva, og tað fáa tey fleiri møguleikar fyri nú, eins og íbúgvarnir í Føroyum eisini kunnu nýta okkara rutu-netverk til at koma víðari út í Europa og restina av verðini" sigur tíðindaleiðari Miriam Skovfoged frá SAS í Danmark við check-in.dk.

Færri túrar um veturin
Um veturin er tó truplari at lokka fólk umborð á flogførini. Fyrsta vetrarflúgvingin 2017/2018 varð lækkað frá sjey til fimm túrar um vikuna. 

Hesuferð er túratalið lækkað frá sjey til fýra túrar um vikuna fram til 30. mars, ið svarar til eina kapasitetlækkan á 43 prosent. 

Samanborið við Atlantic Airways fyllir flogferðslan hjá SAS ikki so nógv vetrarhálvuna. Í vetrarhálvuni flýgur Atlantic Airways tvær ferðir dagliga millum Vágar og Keypmannahavn við Airbus A320. Summarhálvuna flýgur føroyska flogselskapið 17 ferðir um vikuna, og heilar 27 ferðir í høvuðsártíðini. Harafturat eru átta túrar til Billund og Aalborg. 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður