Uttanlands

SAS manglar 9 milliardir krónur

Jens Kr. Vang (foto)

Jens Kr. Vang (foto)

2020-06-15 11:35 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Líkt er til at fremsti kappingarneytin hjá Atlantic Airways fær 9 milliardir í fíggjarhjálp.

SAS er í fíggjarneyð og hevur tí biði um 9 milliardir krónur úr danska og svenska pengakassanum.

Flogfelagið er í kreppu eftir ferðaavmarkingarnar, sum korona hevði við sær, og væntar ikki at koma aftur á rætta støði fyrrenn væl inní 2022. Tí boðaði SAS frá í skrivi í morgun, at tey meta at brúk verður fyri nýggjum kapitali á 8,9 milliardum donskum krónum.

Tað letur til, at hjálpin er á veg. Danskir miðlar skriva, at svenski ríkisdagurin hevur boða frá, at Svøríki er tll reiðar at seta 3,5 milliardir í flogfelagið. Eisini verður skriva, at eitt samt Fólkating er til reiðar at leggja nýggjan kapital í SAS, upphæddin er tó ikki greið enn.

Danski og svenski staturin eru høvuðspartaeigarar í SAS. Tey eiga bæði hvør síni 14 prosent, meðan restin er privatir partaeigarar. Noregi seldi sín part fyri góðum tveimum árum síðani.

Avtalur og treytir eru ikki enn komar uppá pláss, men SAS væntar at hava eina greiða ætlan klára at leggja fram fyri almenninginum síðst í mánaðinum.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður