Heimatíðindi

Sandoy Seafood: Hevði verið smáligt uttan frysta fiskin

2019-04-05 13:15 Author image
Leivur Hansen

– Í fjør og higartil í ár hevur verið nøkulunda støðugt arbeiði her á virkinum. Vit hava arbeitt at kalla hvønn dag, umenn nøgdirnar hava verið heldur smáar.

– Frysti fiskurin munar sera væl í virksemi okkara. Umleið helmingurin av fiskinum, ið er virkaður her higartil í ár, er frystur fiskur. So uttan hann, hevði verið smáligt við arbeiði her.

– Onki skip er beinleiðis knýtt at virki okkara – og vit fáa heldur onga menningarkvotu, tí útlendingar eiga í virkinum.

Tað sigur Martin Olsen, virkisleiðari á Sandoy Seafood, um fyritreytirnar hjá flakavirkinum í Skopun at virka undir.

Norska alifyritøkan Marine Harvest eigur í dag virkið saman við Delta Seafood á Tvøroyri.


Fiskurin fluttur við trailara

Sandoy Seafood tók í fjør ímóti sløkum 4.000 tonsum tilsamans. Av hesum var umleið fjórðingurin frystur fiskur. Higartil í ár er samlaða nøgdin komin upp á 1.000 tons, harav 460 tons eru frystur toskur.

– Vit arbeiða tosk, hýsu og upsa. Toskin keypa vit frá skipum, ið royna á Flemish Cap. Nakað kemur eisini frá Akrabergi, sum roynir í Barentshavinum. Upsan fáa vit fyri tað mesta frá Vesturtúgvuni, Jaspis og Ametyst – og Eysturbúgvanum, tá hann ikki er til annan fiskiskap.

– Øll hesi skipini landa í Havn. og Faroeship syrgir fyri víðari flutninginum av fiskinum suður higar. Sama er galdandi fyri hýsuna, sum vit keypa á uppboði á Toftum, greiðir Martin Olsen frá.


Gleðir seg til undirsjóvartunnilin

Virkisleiðarin á Sandoy Seafood gleðir seg til, tá koyrandi verður millum Streymoynna og Sandoynna, tí sum nú er noyðast tey ofta at bíða eftir at fáa fiskin suður og  harvið at sleppa til arbeiðis.

Hetta kemst av, at Teistin – orsakað av nógv økta ferðafólka- og bilaflutninginum um Skopunarfjørð – nú bert tekur ein trailara við í senn ímóti tveimum fyrr.

– Onkuntíð hava vit verið noydd til at bíða í eitt heilt samdøgur eftir at fáa fiskin suður, sigur hann.

Ein annar trupulleiki er, at trot stundum eisini er á arbeiðsfólki.

– Vit eru í løtuni umleið 60 í tali, men kundu saktans verið fleiri. Tíverri vísir tað seg at vera nærum ógjørligt at fáa fólk til slíkt arbeiði í dag, harmast stjórin á Sandoy Seafood.

Hetta hevur við sær, at tey ikki fáa tikið ímóti so nógvum fiski, sum tey kundu hugsað sær.

Meginparturin av núverandi arbeiðsmegini er úr oynni, men onkur kemur eisini úr høvuðsstaðarøkinum.


Útflyta til Spania og Italia

Á Sandoy Seafood skera tey hýsuna og upsan til flak og portiónir, meðan toskurin verður skorin og lættsaltaður til fryst fløk.

Hetta eru vørur, sum stórur eftirspurningur er eftir uttanlands.

Meginparturin av framleiðsluni í Skopun verður seldur til Spania og Italia.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður