Heimatíðindi

Posta gjørt avtalu um matútbering

Mynd: Posta

Mynd: Posta

2020-03-26 14:22 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Sáttmáli er gjørdur millum Posta og Gist og Vist um matútbering. 

Avtalan er, at Posta skal bera matin út fyri matstøðini hjá fyritøkuni. 

- Vit víðka um okkara tænastu og hetta passar væl inn í okkara virksemi, men tað er nakað nýtt fyri okkum, at nú eisini koyra mat út.

Samtakið hevur nýtt tænasturnar hjá Posta til ymiskt annað, og vit valdu so eisini at bjóða uppá hesa uppgávuna, fortelur Arina Bischoff, søluleiðari á Posta. Posta hevur orkuna og møguleika fyri hesum, og fyritøkan lýkur teimum heilsufrøðiligu krøvunum, sum krevjast til hetta, fortelur hon. 

- Nú eru vit so byrjað uppá hetta og hava víðkað okkara tænastu til matútbering, afturat øllum tí virkseminum, sum vit annars hava.    

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður