Fyri jólum og í øllum rokinum upp undir atkvøðugreiðsluna um fiskivinnunýskipanina fingu stóru flokkarnir í samgonguni ein dyggan frammaná í veljarakanning. Serliga meint raktur varð Javnaðarflokkurin, ið hevði stórar trupulleikar innanhýsis at fáa tingmenn at makka rætt til avgerandi atkvøðugreiðsluna. Síðani hevur samgongan fótað sær, meðan tann framgongdin, ið stóru andstøðuflokkarnir kundu frøast um, hevur hug at svinna burtur.
Skrædl í veljarakanning hjá s
