Heimatíðindi

Samgongan fær »undir miðal« frá veljaranum  

Samgongan fær »undir miðal« frá veljaranum  

(Savnsmynd)

2018-04-11 11:45 Author image
Ingi Samuelsen

Føroyski veljarin er, samanumtikið, ikki serliga bergtikin av arbeiðinum, sum verandi samgonga millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn hevur framt síðan løgtingsvalið í 2015. 

Á veljarakanningini hjá Fynd í farnu viku, var veljarin spurdur: ”Á einum skala frá 1 til 10, hvussu heldur tú, at landsstýrið klárar seg?” 

Sigast skal, at veljarin er rættiliga pírin við at geva toppkarakter. Bert ávikavist 1,8 og 1,7 góvu ummælið 10 og 9. 

Hinvegin vigar ónøgdi endin nógv. So nógv, at miðalummælið liggur á 4,6. 

Flest eru tó, sum hava svarað 5 – heili 23,5 prosent. Taka vit tey burturúr, sum hava svarað 5 ella 6 – tey eru 33,4 prosent tilsamans – so gerst úrslitið greitt: 


838 veljarar vóru við til at geva samgonguni ummæli

 

45,6 prosent geva samgonguni vánaligan karakter (svara 1-4) meðan bert 20,9 geva henni góðan karakter (7-10). Veljarakanningin sjálv gav samgonguflokkunum góð 47 prosent (tó ein meiriluta í tingfólkatali), men bert sløk 21 prosent halda, at samgongan hevur klárað seg væl. 


Soleiðis var ummælið frá teimum veljarunum, ið søgdu seg velja ein av samgonguflokkunum

 

Av teimum veljarunum, sum valdu ein av teimum trimum samgonguflokkunum, vóru 21,5 prosent, sum hildu, at samgongan hevur klárað seg illa (1-4), 39,4 prosent svaraðu mitt ímillum (5 og 6) meðan 39,1 prosent hildu, at hon hevur klárað seg væl (7-10).

Miðaltalið hjá samgonguveljarunum var 5,92 

Tey, ið valdu andstøðuflokkarnar vóru – sum vera mann – nógv harðari í síni døming av avrikunum hjá samgonguni. 70,5 prosent av andstøðuveljarunum hildu, at hon hevur klárað seg illa (1-4), 23,4 prosent svaraðu mitt ímillum (5 og 6) og bert 6,1 prosent góvu andstøðuni gott viðmæli (7-10). 

Miðaltalið hjá andstøðuveljarunum var 3,35.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður