Heimatíðindi

Vil javnseta kropsligan- og sálarligan harðskap

Bárður Nielsen floksformaður hjá Sambandsflokkinum. Mynd: Sverri Egholm.

Bárður Nielsen floksformaður hjá Sambandsflokkinum. Mynd: Sverri Egholm.

2019-07-18 16:22 Author image
Hergeir Staksberg

Í samband við eina greinarøð um sálarligan harðskap, hava vit spurt politisku flokkarnar í Føroyum, um revsingin fyri sálarligan harðskap eigur at javnsetast við likamligan harðskap

Svarið frá Sambandsflokkinum er stutt og greitt: Flokkurin ynskir at seta eina lóg í verk, sum javnsetur kropsligan- og sálarligan harðskap.

Feskasta dømi, um at Sambandsflokkurin ynskir at kriminalisera sálarligan harðskap, er eitt lesarabræv hjá Rósu Samuelsen úr Sambandsflokkinum.

[object Object]- Sjálvandi skulu vit hava eina lóg, sum javnsetir kropsligan- og sálarligan harðskap, sigur Rósa Samuelsen (Mynd: Sambandsflokkurin)

- Sambært Kvinnuhúsinum eru 370 fráboðanir um sálarligan harðskap í 2018.Tað eru ræðandi tøl‚ men tíverri neyvan allur sannleikin‚ um sálarligan harðskap í Føroyum. Hagtølini sum talan er um, eru bert frá kvinnum, sum fráboðað. Tað er ongin ivi um‚ at um eitt stað hevði verið til menn‚ sum eru útsettir fyri sálarligum harðskapi at vent sær til, so høvdu tølini verið størri, sigur Rósa Samuelsen.

- Tá harðskapur er í heimum har børn vaksa upp, so hevur tað álvarsligar fylgjur, sum børn bera við sær víðari í lívinum. Kanningar aðrastaðni vísa, at tann, sum fremur harðskap oftani sjálvur hevur upplivað harðskap í uppvøkstrinum, ella hava lættari við at finna seg í harðskapi sjálvi.

- Sambært hagtølum frá Barnaverndarstovu Føroya, so vóru tilsamans 42 fráboðanir um sálarligan, likamligan og kynsligan harðskap móti børnum í 2017. So eftir hagtølunum kunnu vit síggja, at bæði vaksin og børn eru útsett fyri harðskap, antin beinleiðis ella sum vitni til harðskap heima.

- Ein, sum hevur verið fyri sálarligum harðskapi, ella veri vitni til harðskap í heiminum, skúla ella á einum arbeiðsplássi hava brúk fyri viðgerð sum skjótast. Um tey ikki fáa viðgerð, kunnu tey bera líðingarnar við sær restina av lívinum og um illani vil til, so kunnu tey sjálvi blíva ein, sum fremur harðskap, greiður Rósa frá. Les alt lesarabrævið HER

Les um føroysku Helenu, sum upplivdi sálarligan harðskap í 8 ár HER 

Les um eyðkennini hjá mannfólki, sum fremja harðskap HER

Les um 370 fráboðanir um sálarligan harðskap í 2018 HER

Les um, at kvinnur sum flyta til Føroyar eru oftari úti fyri harðskapi HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður