Heimatíðindi

Saltfiskurin er gullið hjá Vaðhorni

2020-07-18 12:30 Author image
Øssur Winthereig, PRESS

Tríggjar ferðir um vikuna sleppa treylarar virkinum hjá Vaðhorni á Hulki á Strondum. Treylarnir koyra suður eftir Hulkavegi og enn snara teir norðureftir og mugu koyra í ein tíma til Havnar, har teir fara umborð á Norrøna ella okkurt annað skip, sum siglir til Hirsthals.

Í treylarunum er saltfiskur, sum er saltaður á Vaðhorni.

Flak av toski, brosmu ella longu ella flaktur toskur, brosma ella longa.

Flakini eru tey vit kenna frá stoktum fiski, men við skræðu. Flakti fiskurin er tann eyðkendi saltaði trýkanturin, og har eru bein í, og fiskurin ikki er skorin eftir rygginum.

- Vit eru heimsmeistarar í at salta fisk – tað kann eg gott siga.

Jógvan Gregersen er stjóri og størsti eigarin í Vaðhorni.

Hann flennur, tá hann sigur heimsmeistarar, men hann meinar tað.

Fiskurin í treylarunum hevur ligið í kørum í eini saltingarhøll í einar tvær vikur, er pakkaður og verður so sendur til høvuðsgoymsluna í Hirtshals.

- Vit hava ikki goymslu í Føroyum, men í Hirtshals – og hon verður ikki full. Fiskurin verður so koyrdur haðani, so hvørt, sum keyparnir lata hoyra frá sær, sigur Jógvan Gregersen.

Tað er í Italia og Spania, at tey eta saltfisk frá Vaðhorni – og tey eta nógvan saltfisk. Lastbilarnir fara úr Hirsthals og koyra einar 2.000 kilometrar suðureftir til keypararnar Spania ella Italia.

[object Object]

Tey salt vanligt flak og flaktan fisk. Sløgini eru toskur, brosma og longa (Mynd: Øssur Wintereig)

 

Keypa fisk at salta
Á gólvinum á virkinum á Hulki arbeiða eini 80 fólk. Tey taka móti fiski í syðru høllini, har fiskurin verður flaktur og reinsaður. Har standa tveir mans og súgva blóðblettir úr fiskinum, tí hann skal vera hvítur, tá hann kemur á borðiskin í Italia ella Spania.

Fiskurin, sum kemur inn í høllina um morgunin er eisini komin við treylara. Vaðhorn keypir allan fiskin tey salta, tí virkið hevur hvørki kvotur ella skip.

Meginparturin av fiskinum verður keyptur frá linuskipunum, sum frysta umborð, men har koma eisini treylarar við feskum fiski.

Tað kemur eisini fyri, at teir keypa frystan tosk úr Noregi at tiðna og salta.

Fyri einum 10-12 árum síðani vóru næstan 30 línuskip, sum fiskaðu feskan fisk undir Føroyum og Íslandi, og í dag eru sjey línuskip, sum fiska feskt og sjey línuskip, sum frysta umborð.

Á Vaðhorni hava tey higartil í ár keypt helvt um helvt av feskum og frystum.

- Liðugtvøran, sum kemur út í hinum endanum, er ikki tann sama, um tú byrjar við frystum ella feskum. Og tað er eisini markaðurin, ið avger, hvat vit leggja okkum eftir, sigur Jógvan Gregersen.

- Vit fyritrekkja altíð at keypa feskan tosk í Føroyum enn at framleiða fryst. Men er ov lítið til í Føroyum ella tað verður ov dýrt, so koyra vit fryst ígjøgnum, sigur Jógvan Gregersen.

Vaðhorn hevur fimm stórar kundar í Italia og í Spania tríggjar. Keypararnir í Spania eru samstundis millum størstu útvatnararnar, tí saltfiskurin verður útvatnaður, áðrenn hann verður koyrdur út til handlar og matstovur.

- Teir eru so nær brúkarunum, at teir síggja, at vit fara at mangla hesa vørunum ella hasa um tveir mánaðir, so tað stýrir okkara framleiðslu, sigur Jógvan Gregersen.

[object Object]

Per Martin Gregersen, sølustjóri, við einum flaktum toski, sum skal pakkast og sendast niður til goymsluna í Hirsthals (Mynd: Øssur Wintereig)

 

Prísurin lækkaður
Tey á Vaðhorni hava merkt seinastu mánaðirnar, at prísurin á teirra fiski er lækkaður, ti spaniólar og italiufólk hava ikki verið eins íðin at keypa og eta føroyskan saltfisk.

Í Spania og Italia er saltað toskaflak rættuliga dýrur matur. Eitt saltflak kostar einar 200 krónur kilo.

- Í 2019 tá spældi alt við alla tíðina. Prísirnir blivu við at fara upp, bæði hjá skipunum og søluprísurin hjá okkum av liðugtvøru.

- Men nú er tað beint øvugt. Nú er alt uppsteðgað. Í 2019 – tá tað gekk uppeftir – royndu allir okkara kundar at keypa í dag, tí í morgin kann tað verða dýrari, og tað ávirkaði heilt út til skipini.

- Men í dag gongur niðureftir. Tað vil siga, at um ein ætlar at keypa í dag, so verður kanska bíðað til í morgin, tí tá verður bíligari, greiður Jógvan frá.

Jógvan sigur, at hendan støðan merkir, at goymslurnar hjá kundunum í Italia og Spania eru stórtsæð tómar, tí teir royna at selja beinanvegin. Kundarnir keypa bara tað, sum teir kunnu selja aftur beinanvegin, tí teir vita heldur ikki, um fólk eru sinnað at keypa dagin eftir.

Og fyri Vaðhorn merkir tað, at goymslurnar hjá teimum í Hirshals eru á tremur og tað er eitt stórt virði.

- Koronatíðin hevur gjørt, at vit hava keypt nakað av fiski ov dýrt, tí tað ganga einir tveir mánaðir áðrenn hann verður seldur og so er prísurin lækkaður, men tað er ikki nógvar milliónir vit missa tann vegin, sigur Jógvan Gregersen.

- So vit keyptu inn til skeivan prís, tí marknaðurin skramblaði saman, men síðstu tíðina haldi eg, at vit hava keypt inn til rættan prís.

[object Object]

Jógvan Gregersen hevur síðani 2007 átt í Vaðhorn og nú eigur hann virkið saman við Jens Martini Knudsen (Mynd: Øssur Winthereig)

 

Finna støðið á prísinum
- Vit bíða nú eftir, at finna eitt støðið at lenda á. So leingi tað støðið ikki er funnið, so ber als ikki til at rokna marknaðin út, og prísirnir kunnu fara í botn. Frystur fiskur er farin úr 32 kr. niður í 23 kr. fyri kilo. Vit vita ikki um tað er rætta støðið – kanska er tað 18 kr. fyri kilo.

- Vit eru beint nú har, at vit royna at finna støðið eftir koronaniðurgongdina. Men marknaðurin er sera óvissur. Eisini tí vit vita ikki, hvussu nógv spaniólar fara at hava at keypa fyri í september-oktober. Ferðavinnan er týðandi vinnan hjá teimum, men hon er minkað sera nógv orsakað av kortona-smittuni.

- Vit bíða eftir, at Spania kemur á føtur aftur og pengar fara í umferð og so mugu vit vóna, at tey aftur fara at eta saltfisk, sigur Jógvan Gregersen.

Fleiri hava havt á munni, at vit sum framleiða matvørur, hava betri møguleika at sleppa av við framleiðsluna, tí øll skulu hava mat.

Men her vísur Jógvan á, at onnur lond við bíligari arbeiðsfólkum hava betri møguleika at selja saltfiskin.

[object Object]

80 fólk arbeiða á Vaðhorn (Mynd: Øssur Winthereig)

 

Byrjaði á Eiði
Vaðhorn byrjaði upprunaliga sum eitt reiðaravirki á Eiði í 1973. Petur Reinert, læknin á Eiði, og aðrir útgjørdu nøkur línuskp – millum annað Sigmund, Morgunstjørnuna og Thomas Nygaard - sum mest fiskaðu brosmu og longu.

Sjálvt um Jógvan Gregersen var ein smádrongur tá, so hevur hann lært seg søguna hjá virkinum.

Sambært Jógvani Gregersen so vóru teir á Vaðhorn ónøgdir við prísin teir fingu gjøgnum Fiskasøluna og tí fingu teir Norðís á Eiði at salta brosmu og longu fyri seg upp á rokning.

- Og so seldi Petur Reinert saltaða brosmu og longu til Italia. Tað hevur verið lívæðrin hjá Vaðhorn øll hesi árini, sigur Jógvan Gregersen.

Vaðhorn flutti av Eiði í Turkihúsið á Skála og í 1992 keyptu teir høllina á Hulki á Strondum, har ætlanin fyrst í 80-unum var at hava Taravirkið ella Alginatvirki.

Vaðhorn steðgaði eisini upp eftir kreppuna í 1992, men byrjað aftur í 1995.

Tá vóru teir eisini farnir at salta tosk og fóru at selja saltfløk til Spania í kapping við íslendskt virki.

- Íslendingar vóru tá einaráðandi í Spanina, men síðst í 90-unum høvdu føroyingar yvirhálað íslendingar í Spania við toskafløkum, greiður Jógvan Gregersen frá.

Jógvan Gregersen byrjaði at arbeiða á Vaðhorni í 2001.

- Eg byrjaði faktisk tann dagin, flogførini rendu inn í tvíburatornini í New York, tí er tað lætt at minnast, sigur Jógvan.

Um hetta mundi fór Vaðhorn eisini at keypa fryst og tiðna. Línuskipini vóru ikki farin at frysta umborð, men teir keyptu frá trolarum.

Í 2007 keypti Jógvan Gregersen part av virkinum og í 2009 kemur Jens Martin Knudsen eisini upp í og í dag eru tað teir báðir, ið eiga Vaðhorn.

Eitt skifti høvdu teir eisini Norðís, har roynt var at lættsalta tosk. Tað skuldi vera fiskur, sum var klárur at koyra í mikroovnin.

- Vit kláraðu ongantíð ordiliga at tjena uppá tað, so vit sluppu okkum avaftur við Norðís, sigur Jógvan Gregersen.

[object Object]

Tveir mans súgva allar blóðdropa úr fiskinum, tí hann skal vera hvítur, tá hann kemur á borðiskin í Spania ella Italia (Mynd: Øssur Winthereig)

Tølini í skápinum
Tey, sum nerta við fiskin á gólvinum hjá Vaðhorn tjena nú umleið 190 krónur um tíman.

Tímalønin sjálv er eitt úrslit av samráðingum millum fakfeløg og arbeiðsgevarar, men Jógvan Gregersen heldur tað vera hart at kappast við tímalønina í Pólandi og baltisku londunum – Estlandi og Letlandi.

Jógvan Gregersen reisir seg og letur eitt skáp upp við eini hvítari talvu innanfyri.

- Hetta hava vit roynt at prædika fyri politikarunum, sigur hann og forklárar tølini sum eru skrivað við tussji á hvítu talvuna: Um vit keypa 6.000 tons í eitt ár, so brúka vit 135.000 arbeiðstímar – tað kostar umleið 25 milliónir krónur við føroysku tímalønini. Útflutningvirðið er 185 milliónir krónur. Um sama framleiðsla var í Pólandi so fór tímalønin niður á 37 kronur um tíman – altso hevði tað kosta 5 milliónir krónur í lønum móti okkara 25 milliónum.

Hann sigur, at Vaðhorn hevur hugsað tankan at seta eina flakalinju upp í Pólandi, tí kappingin við saltfisk úr Pólandi er so mikið hørð.

Her er politiski boðskapurin hjá Jógvani Gregersen, at avgjald skuldi verið lagt á fisk, sum fer óvirkaður av landinum.

- Vit hava jabbað í fleiri ár, at tit mugu føra politikk fyri føroyska samfelagið og ikki fyri einstakar fyritøkur. Vit hava 5-6 fyritøkur, sum stýra øllum. Eg vil hava, at eitt gjald verður lagt á fisk, sum fer heilur av landinum

- Tað er so einfalt, at tú skalt bara fylgja fiskinum, tá hann kemur upp á land. Hevur knívur verið á honum, so er hann virkaður, annars eigur gjald at leggjast á útflutningin, heldur Jógvan Gregersen.

Sambært Jógvan Gregersen er óneyðugt við tilfeingisgjaldi, um gjald var lagt á útflutningin av óvirkaðum fiski. Hansara sjónarmið er, at um allur fiskur var virkaður í landinum so hevði tað komið øllum so mikið til góðar, at óneyðugt hevði verið at tikið tilfeingisgjald ella tøkugjald yvirhøvur.

- Í roynd og veru kappast vit við pólsk virki, tá fiskur verður boðin út í Føroyum, sigur Jógvan Gregersen.

[object Object]

Her er flaktur toskur, sum júst er farin gjøgnum maskinuna (Mynd: Øssur Winthereig)

 

Knarrar ikki
- Men eg hoyri eg kortini ikki knarra?

- Vit eru í tí serstøðu, at vit keypa rávøruna og selja liðugtvøru. Tað sum ræður um hjá okkum er at keypa rávøruna inn til rættan prís alt eftir marknaðarprísinum. Lági prisurin kann raka skipini, men ikki okkum at sama hátt. Vit enda har sum marknaðarprísurin er, sigur Jógvan Gregersen.

2019 hevur verið besta árið hjá Vaðhorn. Meira enn 4.000 tons av saltfiski komu út úr virkinum og vóru koyrd til Havnar, silgd til Hirtshals og seld til Italia og Spania. Vaðhorn umsetti fyri 200 milliónir krónur í 2019.

- Marknaðurin var svangur. Endamarknaðurin bestemmar alt. Bæði rávøruprís og endaprís, sigur Jógvan og leggur afturat:

- Í veruleikanum eiga vit 2,5 prosent av øllum útflutningin í Føroyum og tað klára 80 fólk her á virkinum, sigur hann.

[object Object]

- Vit eru heimsmeistarar í saltfiski, sigur stjóri um síni arbeiðsfólk (Mynd: Øssur Winthereig)

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður