Kjak

Valið '19: Saltfiskur & arbeiðspláss

Bjarni Hammer, valevni hjá Javnaðarflokkinum

Bjarni Hammer, valevni hjá Javnaðarflokkinum

2019-08-24 14:03 Author image
Bjarni Hammer

Val er í hondum og nú hoyrist av álvara songurin frá jubilkórinum av valevnum úr øllum flokkum, sum lova Paradís á jørð, um tey sleppa framat fatinum, alt gott um tað.

Fá skriva kortini um, hvussu vit rinda fyri ballið og alt marglætið í Havn við luxushotellum og byggigølum, sum ongin hevur ábyrgdina av.

Vit mugu ikki gloyma, at tað er fiskivinnan sum heldur hesum landi uppi. Tad er fiskimaðurin, flakakvinnan og arbeiðarin sum framleiða dygdarvørur og sum fíggja størsta partin av vælferðarsamfelagnum.

Hví seta føroyingar ikki størri prís uppá tað megnar arbeiðið, sum okkara saltfiskavirkir leggja fyri dagin?

Vit framleiða heimsins besta saltfisk i Føroyum. Fáu Saltfiskavirkini, sum eftir eru, hava í áratíggir, vart rættindi og saltfiska marknaðin í góðum og sera ringum tíðum.

Framleiðslan kundi tó verið so nógv størri, um vit ikki loyvdu ovurhonds stórum nøgdum av fyrsta floks rávøru fara óvirkaðar av landinum.

Áðrenn sitandi samgonga kom til vóru Føroyar væl á veg, til at blíva eitt satt sjálvtøkuborð hjá útlendskum kapitali. Ein rávørukoloni.

Eg havi siti við borðið og havi óteljandi ferðir gjørt vart við hendan stóra trupuleikan. Men tað hevur verið sum at slætta vatn á gás. Nakað smávegis er gjørt, men als ikki nokk.

Tað verður hildið vakið eyga við, at føroyskar lógir og sáttmálar vera hildnir, men tað er bert galdandi, inntil fiskurin er komin úr sjónum.

Hareftir er ongin lóg galdandi. Alt ber nú til og tí fer stórur partur av okkara botnfiski óvirkaður av landinum, til láglønar lond, har lógir og sáttmálar als ikki kunnu samanberast við okkara. Har er sosial dumping við lít og føroyingar levera rávøruna. Og politiski myndugleikin hevur verið alt ov trekur at gera nakað við hetta.

Tað er enn eitt av mínum hjartamálum og í komandi valskeiði fara vit at røkka málinum, soleiðis, at fiskurin verður virkaður og virðisøktur í Føroyum og harvið varðveita vit fiskivitanina í Føroyum.

Íslendingar megna tað, so vit skulu eisini.

Tað kann ikki vera rætt at føroysk virki steingja tí tey mangla rávøru og fiskurin verður koyrdur í kontainarar til láglønarlond at virka, undir sosialari dumping. Tað má stoppast.

 

Bjarni Hammer, valevni hjá Javnaðarflokkinum

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður