Rynkeby-súkklarar á landsvegunum

Rynkeby-súkklarar á landsvegunum

2017-06-02 16:25 Author image
Emil Lisberg Jacobsen

Sum liður í fyrireikingunum at súkkla til Paris í juli mánaði eru súkklararnir hjá Team Rynkeby á venjingarlegu. Tískil skulu vit vænta at síggja nógvar súkklarar í teimum eyðkendu gulu búnunum á súkklunum á landsvegunum hetta vikuskiftið.

Team Rynkeby heitir á bilførarar um at ansa eftir súkklarunum, nú fyrireikingarnar til túrin til Paris eru í hæddini.

Endamálið við venjingarleguni er at lata súkklararnar royna, hvussu tað er at vera á súkkluni í fleiri dagar á rað.

Í dag verður súkklað úr Havn til Vestmanna, síðani til Gásadals og so aftur til Sørvágs.

Í morgin, leygardagin, verður súkklað úr Sørvági til Saksunar og hiðani til Selatraðar og út á Toftir.

Sunnudagin fara súkklararnir av Toftum til Oyndafjarðar, Elduvíkar og enda í Tjørnuvík.

Endamálið við Team Rynkeby, er at savna pening inn til børn við lívshættisligum sjúkum.

Vit súkkla, tí at vit vilja gera okkurt gott fyri okkum sjálvi, samstundis sum vit gera nakað gott fyri onnur. Tað vit gera gott fyri okkum sjálvi, er at fáa eina stóra uppliving í stuttligum felagsskapi, at koma í venjing og súkkla til Paris. Tað vit gera gott fyri onnur, er at savna pening til børnini, verður sagt frá Team Rynkeby í tíðindaskrivi.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður