Rynkeby selt, men súkklingin heldur áfram

2016-05-19 16:10 Author image
Dimma

- Team Rynkeby stuðulssúkklingin heldur fram í ár og komandi ár.

Hesum boðar føroyski parturin av Rynkeby-súkkluliðnum frá í dag.

Í dag var almannakunngjørt, at Arla Foods hevur selt Rynkeby Foods A/S til týsku fyritøkuna Eckes-Granini Group.

Herheima er Rynkeby seinastu árini vorðið meira kent fyri gulu súkklararnar á føroysku oyggjarvegunum enn nakað annað.

Rynkeby hevur verið høvuðsstuðul hjá súkklarunum, ið súkkla og savna inn pening til frama fyri børn við krabbameini. Sølan av danska felagnum ávirkar tó ikki hetta arbeiðið, verður gjørt greitt.

Súkklað verður í øllum førum í ár og næsta ár aftrat eftir somu kós. Vant verður av øllum alvi, og farið verður til París 10. juli, komið verður á mál tann 16. juli.


FAKTA

Team Rynkeby er ein norðurlendsk vælgerðarverkætlan, sum Team Rynkeby Fonden rekur.

Føroyingar hava tó ábyrgdina av sínum egna undirfelag, og hava ein føroyskan grunn, nevndur Team Rynkeby Føroyar Grunnurin. Føroyar hava eina stýrisbólk við sjey limum, og ein av hesum virkar samstundis sum landastjóri. Í løtuni er tað Finn Danberg. Seinastu tvey árini hevur Team Rynkeby Føroyar savnað nærum tvær milliónir krónur inn í Føroyum.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður